Myndir: Hetta er hugnin á Norð Festivalinum

Umframt góða tónleikin, er Norð Festivalurin eisini ein stórur familjudagur í vakrari náttúru á Viðareiði

Í morgin, leygardagin hin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna.

 

Av stóru hæddarpunktunum í tónleikahøpi verður danski rokkbólkurin, D-A-D, sum fer á stóra pall leygarkvøldið klokkan 21.45.

 

D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði. 

 

Tónleikaskráin á Norð Festivalinum fevnir breitt, og á stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX við Signari í Homrum at hoyra.

 

Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin leygardagin við Trølla Pæturi og Ommuni.

 

Seinni fara Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Rani Nolsøe, Bjarki Hansen, Blátt Gras, Páll Oddur & Finnur Koba, Edmund & Mikkjal og DJ Cool á pall.

 

Fyrireikararnir á Viðareiði vísa á, at Norð Festivalurin eisini er meira enn bara tónleikur. Hetta er eisini ein familjudagur og soleiðis eisini eitt stórt familjutiltak.

 

- Dagurin byrjar klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri gestum, og gjøgnum dagin verður undirhald fyri børnum og vaksnum.

 

Víst verður á, at spæliland verður á økinum, Silvi vitjar børnini, og ein kúgv verður flett, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.

 

Fyri tey, sum dáma harmonikutónleik - og tey eru mong - fer Fuglafjarðar Harmonikufelag eisini at spæla.

 

- Við einari fjølbroyttari skrá frá morgni til langt út á náttina verður lagt upp til ein fullan festivaldag á Viðareiði í annaðkvøld, siga fyrireikararnir.

 

Her niðanfyri eru nakrar myndir, sum eru tiknar á Norð Festivalinum undanfarin ár, og her sæst, at hetta er eitt tiltak fyri øll, og har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Nakrar av myndunum tók Birgir W. Høgnesen, og aðrar myndir eigur www.In.fo

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##