Hans Andrias Jacobsen telist millum landsins evnaríkastu ungu tónleikarar. Í 2012 varð hann kosin Ársins nýggi einstaklingur/bólkur á Planet Awards. Og nú er hann á veg við sínari fyrstu veruligu útgávu.
Hans Andrias hevur verið í upptøkuhølunum og innspælt nýggjar sangir, og fyrsti sangurin er nú blivin almennur.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra (og síggja) nýggja sangin.