Hoyr spennandi dystarendan H71-Kyndil

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr seinastu spennandi løtuna, tá Peter Krogh skeyt H71 til sigurs

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr brotið, tá Tróndur Arge segði frá tí seinastu løtuni av dystinum millum H71 og Kyndil í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini. H71 vann dystin 24-22, tá Peter Krogh var dystaravgerandi í teimum doyggjandi sekundunum.

 

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við seks málum. Hjalti Bachmann gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. 

 

Úrslitið setir H71 í eina góða støðu at vinna seg víðari í Coca Cola steypakappingini. Mikukvøldið klokkan 19.30 spælir H71 ímóti eykaliðnum hjá sær, sum enn einki stig hevur vunnið sær í bólkaspælinum.

 

Støðan í bólki 1 : 

 

1StÍF25639173
2H712454323
3Kyndil2464512
4H71 223959-200

 

Komandi dystir :

 

3. umfar
Mikudagin 27.01.2016 kl. 19.30 H71 2 – H71
Leygardagin 30.01.2016 kl. 18.00 StÍF – Kyndil