Hoyr toppskjúttan, venjaran og Mariu seta orð á søguliga sigurin

(FM1/trok.fo) Hoyr tað sum Jana Mittún, Ingi Olsen og Maria H. Weyhe søgdu um søguliga áttandapartsfinalu sigurin í Europa Cup

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum

Allar Hondbólts-Føroyar fegnast við hoyvíkingum í dag. Kvinnurnar hjá H71 hava framt eitt roysnið sum ikki eigur sín líka í føroysku hondbóltssøguni við at vinna seg í Europa Cup fjórðingsfinalurnar við 30-26 (16-13), og harvið samlaðum 69-64 sigri á Naisa Nis úr Serbia. Tað sum ger bragdið eyka framúr er, at hoyvíkskvinnur vunnu bæði heima og úti á Naisa Nis.

 

H71-Naisa Nis 30-26 (16-13) - H71 vinnur samanlagt 69-64.

 

H71: Jana Mittún 8, Rannvá Olsen 6, Lív B. Zachariassen 3, Maria H. Weyhe 3, Brynhild Pálsdóttir 3, Lukka Arge 2, Vár B. Zachariassen 2, Guðrið á Borg 1, Sára Jacobsen 1.

 

Rúna Larsen hevði 12 bjargingar og Alda av Skarði bjargaði einum brotskasti.

 

 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal frá FM1 og trok.fo gjørdi aftaná søguliga sigurin við Mariu H. Weyhe, Inga Olsen og Jana Mittún.

 

 

 

Spælararnir og venjarin vóru øll ovurfegin, og høvdu eitt sindur ringt at skilja tað stóra bragdið tey júst hava framt. Ingi Olsen heldur, at tað hevði verið stuttligt at møtt dóttrini, Ingibjørg og ÍBV í fjórðingsfinaluni, men ein fjórðingsfinalu móti Gran Canaria hevði ikki verið av vegnum. Maria, Ingi og Jana eru samd um, at dysturin í dag var samlað sæð betri avgreiddur enn útidysturin, har ein seksmálsleiðsla minkaði niður í eitt mál seinastu 10 minuttirnar. Tað endurtók seg tíbetur ikki í dag.

 

HER  ber til at hoyra upptaktina, alla dystarfrásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara hjá FM1. 

 

 

 

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum

Jana Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum