##med2##
B36 vann greitt 6-2 á Skála á ovara vølli í Gundadali í dag. Í steðginum var B36 á odda 4-1, men tað var Skála sum kom á odda 1-0.
B36-Skála 6-2 (4-1)
0-1 Jan Ingason Hansen (16.)
1-1 Árni Frederiksberg (25.)
2-1 Michal Przybylski (36.)
3-1 Sebastian Pingel (38.)
4-1 Alex Mellemgaard (45+.)
5-1 Meinhard E. Olsen (73.)
5-2 Niels Pauli Danielsen (brotsspark - 83.)
6-2 Ragnar Samuelsen (84.)
Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg er glaður fyri stórsigurin, men hann er sera misnøgdur við, at B36 lat tvey mál inn, og tey fimm gulu kortini B36 fekk í dystinum. Hann segði, at hann í evalueringini av dystinum fór at vera atfinningarsamur um øll tey gulu kortini, men samstundis er eisini nógv gott at frøast um í dag.
B36 er í løtuni oddalið í Betrideildini við níggju stigum aftaná tríggjar dystir.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum átta málunum, ið komu í dystinum millum B36 og Skála.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup á Borg.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen.
##ms##