Hoyrklinikkin Hoyrnin í Havn hevði eitt gott ár í fjør.
Roknskapurin fyri seinasta roknskaprár vísir eitt yvirskot upp á 962.000 krónur. Bruttovinningurin er 2,7 milliónir krónur, og felagið hevur goldið lønir fyri góðar 1,5 milliónir krónur, og felagið hevur goldið 212.000 krónur í skatti
Felagið hevur nú eina einogn upp á slakar 1,7 milliónir krónur.
Stjóri í Hoyrnini er Jutta Lilian Helgadóttir. Nevndarformaður er Henrik Johannes Haack. Nevndarlimir eru Frantz Petermann, Jutta Lilian Helgadóttir og Sacha Oliver Stocker.