Hoyrt um piercingar

Ymiskt, sum vit hava hoyrt um piercingar...

- tær eru virkuliga penar, tá tær ikki síggjast

- ein piercaði seg sjálvan í tunguna einaferð, bruni kom í og viðkomandi doyði av tí

- piercingar? Er tað ikki bara nakað, sum ný - nazistar og skinheads ganga við?

- piercingar er tað reina fjas og bert enn ein máti at gera vart við sjálvan uppá

- ein persónur hevði so nógvar piercingar í andlitinum, at húðin byrjaði at skrædna av vektini

- onki er so vakurt sum ein nalvi við einari flottari piercing í

- tarvar hava piercingar, so hví ikki menniskju eisini?