Hoyvík er best umtókt - og dýrast

SETHÚSASØLA Nógvar orsøkir eru til at fólk vilja selja síni hús í dag. Ofta er talan um pør sum fara frá hvørjum øðrum og vilja gera støðuna upp, men støðan kann eisini vera hin øvugta, - at fólk fyrst hava búð í eini minni íbúð, men tá børnini koma og vaksa ynskja tey sær størri bústað. - Hoyvík er staðið við teimum dýrastu sethúsunum, vísir Jón Simonsen, stjóri í Skyn á.

Seinastu árini eru nógv sethús bygd kring landið. Kanska ikki eins nógv og fyri 10 árum síðani, men kortini eitt rættiliga stórt tal.
Samstundis við hetta er talið av íbúðum vaksið sera nógv, serliga í høvuðsstaðarøkinum, einamest í Hoyvík. Her eru framdar stórar byggingar av íbúðum og raðhúsum, fleiri eru í gerð og ætlanir eru um uppaftur fleiri á hesum staði.
Ein slík íbúð er sjálvandi munandi bíligari enn eini nýggj hús í økinum, og tí velja mong pør at byrja samlívið við at búgva saman á henda hátt. Tá familjan økist, veksur eisini tørvurin á einum størri bústaði. Og tað vísir seg, at júst í Hoyvík eru eisini mangir bústaðir til hesi fólkini at velja millum.
- Tí er hetta eisini tað staðið, har eftirspurningurin er størstur - og sjálvandi er prísurin eisini hareftir, slær Jón Simonsen fast. - Tað er ikki óvanligt, at eini sethús fara fyri 2,5 mió krónur og meiri.
Hóast Hoyvík liggur væl burtur frá miðbýnum í Havn, vilja fólk fegin búgva haruppi, tí her finst alt tað ið ein familja við børnum hevur brúk fyri, millum annað skúlar, barnagarðar, samkomur, frítíðartilboð og gott busssamband.
Hjá mongum er tað so, at tey her keypa fyrst eina íbúð og seinni eini sethús, tá familjan økist og ráðini kanska verða betri.
Hjá hesum familjum er rímiliga lætt at flyta úr einum bústaði í ein annan, tí tað jú ikki er neyðugt hjá børnunum at skifta skúla ella barnagarð orsakað av flytingini.

Ov stórur munur
Hvønn einasta dag eru tað fólk, sum venda sær til Skyn við fyrispurningum um sølu ella keyp av húsum.
Fleiri teirra eru havnarfólk, sum eru komin nakað til árs. Tey ynskja at seta síni hús til sølu, við tí í hyggju síðani at keypa sær eini onnur og minni.
Tey hava kanska búð í egnum bústaði í mong ár, hava uppalt børn síni, men sita nú einsamøll eftir í stórum húsum, sum haraftrat kunnu vera í 2-3 hæddum. Um so er, at fólk keypa hesi húsini, hava tey møguleika at fáa ein slíkan prís fyri síni hús, at tey fíggjarliga saktans kunnu megna at keypa ein minni bústað ella eina íbúð eisini í Havn.
Fólk á bygd hava ikki henda sama møguleikan. Tey kunnu saktans hava eini góð sethús sum tey ynskja at selja, men sannleikin er, at hesin prísurin mangan røkkur ikki til at fíggja ein nýggjan bústað í Havn. Og hetta hendir, hóast tey kanska fegin vildu búð júst her, ið nógv tilboð eru ella tey ynskja at verða í nánd av børnum sínum.
- Eg veit um fólk á bygd, ið fegin vildu selt síni hús við tí fyri eyga at flyta í eina íbúð í høvuðsstaðnum. Men tað er vistnokk bara í Runavík og í Klaksvík, at ein hevur bygt íbúðir. Og tað vísir seg haraftrat, at tær eru eisini sera væl umtóktar hjá ungum pørum, vísir Jón á.


fyri seg

Skifta bústað 6 ferðir
Bústaðarmynstrið í Føroyum er munandi øðrvísi enn í øðrum londum.
Her er ikki óvanligt, at fólk byggja sær síni egnu hús og verða búgvandi í teimum alt lívið.
Onnur byrja í smáum, men so hvørt sum familjan økist og børnini vaksa til, verða tey noydd at byggja út ella keypa sær ein annan bústað. Í miðal verður sagt, at føroysk pør skifta bústað umleið tvær ferðir í lívinum.
Tá er munandi øðrvísi í øðrum londum, til dømis í Bretlandi, har “mentanin” er ein heilt onnur. Her byrja pørini ofta í smáum korum, kanska við ongum barni. Tá fyrsta barnið kemur flyta tey í ein sindur størri bústað, og soleiðis halda tey fram við at flyta, sohvørt sum barnatalið veksur.
Tað sjáldsama er, at tá børnini so byrja at flyta úr reiðrinum, minka tey um bústaðin samsvarandi. Tí er ikki óvanligt at eini bretsk hjún skifta bústað heilt upp í seks ferðir gjøgnum lívið.


fyri seg

Við eygum keyparans
Neyðugt er fyrst og fremst at finna sær eini hús, ið einum dámar.
Haraftrat er eitt gott hugskot at fáa sær eina støðulýsing, um ein vil vera heilt vísur í, at tú fært tað húsið ið tú ynskir.
- Ein eigur sjálvandi at hugsa um, at eini hús eru ein stór íløga - kanska omanfyri 2 mió krónur - sum ein skal gjalda niður tey næstu 30 árini, vísir Jón Simonsen á. - Tí skal ein hugsa seg væl um, áðrenn ein keypir eini hús ella eina íbúð.
Eini hús í hesum prísflokkinum krevja sjálvandi eisini tvær inntøkur. Og tá so er, er lætt at ímynda sær ta ávirkan tað fær á fíggjarstøðuna, um annar parturin kanska gerst sjúkur, má niður í hálva tíð ella kanska missir arbeiðið.
Haraftrat má ein í teirri fíggjarligu fyrireikingini eisini kunna leggja upp fyri, at eitt køliskáp gongur fyri, at bilurin skal hava eina stóra umvæling, ella tørvur kanska er á at gera onkra neyðuga umvæling í húsinum.
- Hinvegin vísir tað seg, at hús sum liggja millum 1,3 og 1,8 mió krónur verða seld rættiliga skjótt, hóast tey kanska eru upp ímóti 40 ára gomul. Hetta er ein upphædd sum fólk kunnu makta, og so skal heldur meiri til fyri at koppa budgettinum heima við hús.
- Støðan hjá mongum keyparum er, at tey uttan iva høvdu ynskt sær at gjørt ávísar broytingar inni í húsinum, til dømis við køkinum. Men hóast húsini vóru rímiliga bílig at keypa, so er altso ikki peningur til at gera hetta, vísir Jón Simonsen á.



fyri seg

Við eygum seljarans
Seljarin ynskir sjálvandi at fáa sum mest fyri síni hús, og roynir tí at fáa húsini at síggja so væl út sum tilber undan eini sølu.
Tað vísir seg kortini, at um húsini kosta meiri enn 2 mió krónur, er trupult at sleppa av við tey.
- Tey verða sjálvandi seld, men tað tekur langa tíð. Samstundis er ikki altíð so lætt hjá fólki at fáa lán til slíkan kostnað, vísir Jón Simonsen á.
Royndirnar hjá húsameklarunum er, at ofta er tað tann fyrsta fatanin hjá fólki, sum er hon, ið varar longst ella leingi. Tí sær ein ofta, at hús ið kunnu hava høga góðsku ikki fáa nóg høgan prís, tí tey kanska eru ómálað, tørva máling, eingin garður er rundan um ella tey standa keðiliga fyri.
- Her kann sjálvt ein lítil íløga geva seg fleirfalt aftur, vísir Jón Simonsen á.


fyrilestur


SØLA
Mong hús eru til sølu í Havn, men tað vísir seg at ganga eitt sindur longri tíð at sleppa av við tey. Men betri lánimøguleikar og batnaði búskaparlig útlit hava økt um áhugin fyri at selja og keypa. - Jú, gongd er aftur komin á sethúsasøluna, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn