H71-KÍF 28-26 (13-10):
Hondbóltur
Fyrsti dysturin í landskappingini í manshondbólti hetta kappingarárið var millum H71 og KÍF leygardagin.
Í fjør vóru bæði hesi liðini fyri tað mesta í botnstríðnum, men grundað á eitt gott endaspæl eru vónirnar í Kollafirði ikki heilt ongar undan hesum kappingarárinum.
Tað eru tær heldur ikki í Hoyvík, har H71 hevur gjørt seg rættiliga til, nú farið verður undir eitt nýtt ár.
Finnur Hansen, Kristian Petursson og Bjarni Wardumm eru helst allir leikarar, sum høvdu pyntað um flestu liðini í bestu deildini, men teir eru so allir í Hoyvík hetta kappingarárið.
Stóran týdning
Tað fer tó helst at taka sína tíð at fáa alt hetta samansjóvað til eina eind, men ráð eru tó ikki til at missa alt ov nógv á vegnum, og tí hevði dysturin móti KÍF sera stóran týdning fyri hoyvíkingarnar.
Tað eydnaðist teimum eisini at vinna uppgerðina, men hóast heimaliðið hevði leiðsluna stóran part av dystinum, og hóast hon var komin upp í fimm mál átta minuttir fyri leiklok, so var tó um reppið, at kollfirðingar kortini fingu vent øllum.
Við fýra málum á rað fingu teir veruliga skapt spenning í seinastu minuttunum, men tá teir so fingu tvær útvísingar, kundu hoyvíkingar við tveimum málum steingja dyrnar í hesum umfarinum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
H71: Finnur Hansson 6(1), Bjarni Wardum 6(1), Halgir Dahl Olesen 5(1), Olaf Vestergaard 5, Kristian Petursson 3, Jákup Símun Simonsen 2, Peter Rosbach 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 7, Iljan Topic 7, Petur Martin Johansen 3, Jákup Dam 3, Regin Petersen 3, Durica Tomic 2, Kristian Madsen 1
Brostkøst: H71 3
Útvísingar: H71 4, KÍF 8
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum og Hannus Wardum