H71 ætlar sær ikki einki í ár. Mikukvøldið var dystur millum H71 og føroyameistararnar úr Kyndli í Atlantic Airways-kappingini í Hoyvík, og hendan dystin vunnu hoyvíkingar 31-27, eftir at teir høvdu verið á odda 14-12 í steðginum.
Dysturin var sera spennandi, tí tað var ikki fyrr enn heilt móti endanum av dystinum, at hoyvíkingar fingu luft niður til kyndilsmenn. Hoyvíkingar vóru á odda tað mesta av dystinum, men leiðslan var ongantíð meiri enn eitt ella tvey. Tá ið Kyndil so satsaði móti endanum av dystinum, fekk H71 økt eitt vet um leiðsluna, og harvið settu hoyvíkingar eina tjúkka striku undir, at teir eru klárir til at verða við í stríðnum um fremstu plássini.
Toppskjútti hjá H71 var leikandi venjarin Henrik Gerster við 7 málum, meðan Halgir Dahl Olesen skeyt 6 mál. Hjá Kyndli skeyt Jakob Jónson 8 mál, meðan Josef Abrahamsen og Finnur Hansson skutu 6 mál hvør.
Við sigrinum í gjárkvøldið hevur H71 lagt seg heilt fram í oddin í Atlantic-Airways kappingini.
H71-Kyndil 31-27(14-12)
H71: Henrik Gerster 7(1), Halgir Dahl Olesen 6, Piti Negru 5, Niels V. Niclasen 5, Høgni Joensen 3, Birgir Kass 2, Esbern Patursson 2, Kenn Failstrup 1
Kyndil: Jakob Jónsson 8, Finnur Hansson 6(3), Josef Abrahamsen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rókur Akralíð 2, Janus Einar Sørensen 1, Høgni Klein 1
Brotskøst: H71 2(1), Kyndil 3(3)
Útvísingar: H71 1, Kyndil 3
Dómarar: Kristjan Johansen og Sámal Hansen