Hoyvíkingar endaðu grundspælið í stíli

Hondbóltur: H71 endaði grundspælið við einum sigri móti KÍF

1. deild menn:

KÍF-H71 21-28 (11-16)


H71 hevur staðið seg óvæntað væl í ár, og hoyvíkingar endaðu eisini grundspælið við einum sigri á KÍF, sum sostatt endaði niðast á stigatalvuni, nú kappingin »byrjar av nýggjum«.

Liðini fylgdust umleið helmingin av fyrra hálvleiki, men so dróg H71 frá og var í hálvleikinum á odda 16-11. Tað var serliga verjuspælið hjá hoyvíkingum, sum riggaði væl sunnudagin. Hinvegin tyktist stríðsviljin hjá KÍF ikki at vera tann sami sum sæð fyrr í ár.

Jákup Símun Simonsen er ein av veteranunum á H71-liðnum, og hann sigur, at teir eru sera væl nøgdir við kappingarárið higartil. Nú endaspælið byrjar, liggur VÍF best fyri, meðan H71, StÍF og Kyndil eru rættiliga jøvn.

Tá hoyvíkingar spældi móti VÍF í Havn fyri jól, vóru teir á odda stóran part av dystinum, men taptu so kortini. Um tann dysturin varð vunnin, hevði stigatalvan sæð eitt sindur øðrvísi út enn hon ger júst nú.

? Tann dystin hugsa vit ikki meira um. Hóast vit framdu onkran taktiskan brølara í seinna hálvleiki av VÍF-dystinum, má sigast at teir høvdu uppiborið at vinna, sigur Jákup Símun Simonsen, sum ikki vil siga nakað um, hvussu fer at gangast hjá H71 í endaspælinum.

? Vit taka bert ein dyst í senn og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.

H71 og VÍF hittast aftur í fyrsta dystinum av endaspælinum tann 17. januar, men áðrenn tað hittast liðini longu í steypakappingini.