HSF skrivar:
- Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulssamstarvið fram til 2028.
Føroya Tele hevur verið stórstuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2020, og herfyri tá kvinnulandsliðið var savnað, høvdu tær høvi at vitja høvuðssætið í Klingruni 3, har tær fingu ein góðan bita í kantinuni millum venjingarnar. Samstundis skrivaðu Eva Skeel Nolsø, menningarstjóri í Føroya Tele, og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbólssambandi Føroya, undir nýggju samstarvsavtaluna.
Um longda stuðulssamstarvið sigur Eva Skeel Nolsø:
- Vit eru ótrúliga errin av at stuðla føroyskum hondbólti og eru fegin um, at stuðulsavtalan er longd. Framburðurin í hondbóltinum tey seinastu árini er ómetaliga stórur, og tað er ein fragd at síggja alt Føroya fólk standa saman og stuðla landsliðunum. Tað er eingin ivi hjá okkum um, at vit eiga at standa saman og stuðla.
Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya sigur:
- Vit fegnast um, at Føroya Tele heldur fram sum stuðul. Tey byrjaðu at stuðla í eini tíð, tá tað vit ikki vistu ordiliga, hvat fór at henda, og hava verið við á ferðini, meðan landsliðini hava spælt upp við teimum bestu. Langa søgan hjá Føroya Tele og teirra grundvirðir samsvara væl við tað, sum vit leggja fyri dagin í Hondbóltssambandinum. Vit knýta Føroyar saman á hvør sín hátt.
Post navigation