Í 2014 verður U20 Challenge Trophy kapping fyri menn og HSF hevur gjørt av at vera við.
Tað sigur hondbóltssambandið.
Sum liður í fyrireikingunum hevur HSF meldað lið til European Open U19 kappingina í Gøteborg, sum er partur av Partille Cup. Henda kapping er annaðhvørt ár fyri menn og annaðhvørt ár fyri kvinnur.
Næsta ár fáa kvinnurnar møguleikan sum fyrireiking til U20 Challenge Trophy í 2015.?
Kári Nielsen, Birgir Hansen og Bogi Henriksen, ávikavist landsliðsvenjari, hjálparvenjari og málmansvenjari, eru í ferð við at taka út ein bruttohóp til venjingarnar, sum byrja stutt eftir at landskappingin endar.?
European Open U19 kappingin í Gøteborg verður í døgunum frá 1.-5. juli og Føroyar eru komnar í bólk við Danmark, Sveis, Slovakia, Finnlandi og Estlandi.