Hu Jintao til Danmarkar í dag

Seinnapartin kemur kinesiski forsetin, Hu Jintao, til Danmarkar á almenna vitjan, og hetta er fyrstu ferð, at ein kinesiskur ríkisleiðari vitjar Danmark. Tað er Margretha drotning, sum er vertur.

Flogfarið við forsetanum og einari stórari kinesiskari sendinevnd setir seg í Kastrup klokkan 15.55 okkara tíð.

Leygardagin skal Hu Jintao á Christiansborg at hitta Mogens Lykketoft, fólkatingsformann, og aftaná skal forsetin í forsætismálaráðið at tosa við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra. Tey fara millum annað at tosa um samstarvið millum Danmark og Kina, men altjóða politikkur og altjóða bnúskapur standa eisini á skránni til fundin.

Í ferðalagnum hjá Hu Jintao eru fleiri kinesiskir ráðharrar og týðandi embætismenn, og danir vænta sær nógv burtur úr vitjanini.