Hugburðurin skal vera heilt øðrvísi

AB venjarin vil ikki aftur síggja ússaliga avrikið, sum hansara menn vístu í Gundadali ímóti HB

AB hevur alt kappingarárið stríðst fyri at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. Higartil er tað ikki eydnast. AB venjarin, Sámal Erik Hentze, var eftir greiða tapið ímóti HB í Gundadali ógvuliga vónbrotin av sínum monnum:

-Tað sást einki í hugburðinum til, at vit stríðast fyri lívinum. Uggin er, at eg veit, at spælararnir fara ikki at endurtaka sovorðið avrik, og tí rokni eg við heilt øðrvísi avriki ímóti TB. Um spælararnir gera alt tað, sum teir eru mentir, so kunnu vit hyggja í eyguni á hvørjum øðrum, uttan mun til, hvat úrslitið verður. Soleiðis vóni og vænti eg, at tað verður í dag ímóti TB, sigur Sámal Erik Hentze.

Heðin Stenberg og Álvur F. Christiansen, sum hava verið burturstaddir, eru tøkir aftur.

 

Tvøramenn eru í høvuðsstaðnum, og í TB ásanna teir, at tað í 1-1 javnleikinum á heimavølli ímóti KÍ síðsta sunnudag  var talan um eitt vunnið stig heldur enn tvey tapt, tí KÍ gjørdi sjálvmál fram ímóti dystarenda:

-Serliga í 2. hálvleiki vístu vit góðan hugburð. Vit vóna og rokna við, at hann í dag verður sjónskur beinanvegin ímóti AB, sigur TB venjarin Ivan Stojkovic.

Martin Tausen, sum var leikbannaður fyri viku síðani, er tøkur aftur. Heine Mortensen er farin av landinum í lestrarørinum, og Heini Mikael Mortensen er so mikið illa skaddur, at hann neyvan verður við aftur í ár. Tað verður framvegis bíðað eftir, at loyvini hjá Kofi Appiah skulu komaupp á pláss.

AB og TB hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í báðum førum var úrslitið 1-1. Í 11 av 21 dystum hjá TB er tað endað javnt, og í 10 av 21 dystum hjá AB er tað endað javnt.