Hugleiðingar og ferðafrásøgn frá eini Alaska-ferð

Við rituvíkinginum Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingi á kombikkaráðstevnu í Alaska í juli-august 2006

Endamál við ferðini: Luttøka á vísindaligari ráðstevnu
Sponsorar: Statoil Færøyene A/S og Vísindagrunnur Føroya Sparikassa




3. og seinasti partur

GONGUTÚRUR
Í BJARNALANDI OG RÁÐSTEVNAN BYRJAR

Koma til nationalparkina (el. Tjóðgarðin) Chugach State Park, ið er væl og virðiliga avmerkt og skeltað, sum á myndini:

Mynd 6. Chugach Stage Park – nøkur skelti.

Reglur, kort, ávaringar osfr. Tey eru kend í økinum. Dr. William (Bill) Creszko, ið hevur gjørt kanningar av kombikki í Alaska-vøtnum í eitt longri áramál, ger í samráði við hini av, at vit skulu fara leiðina niðan Potter Creek.



Mynd 7 . Kort yvir Potter Creek – har møguleiki skuldi verið at funnið bjarnir!

...Her eri eg so púra óvantað á veg á gonguferð, Ólavsøkudag, 29. juli, í fjøllunum kring Anchorage fyrsta dagin í landinum! – Hvussu fer hetta at spæla av? – Eg hevði havt eitt ávíst samskifti við Bill Cresko, professari, ið var fyrireikari av ráðstevnuni og annars giftur Christine, ið somuleiðis undirvísir í lívfrøði við Universitetið í Oregon. Tað voru tey, ið høvdu koyrt í einar 3-4 dagar frá Oregon og lika upp til Anchorage – við hundinum Mena í bilinum. Tey høvdu ongi børn...”this dog is our baby”... Men annars kendi eg als ikki hesi fólk. Merkiligt sum amerikanarar eru fyrikomandi, áhugaði og hjálpsom. Onki er óført.

Vit ganga so líðandi niðan eftir einari fjallalíð í Potter Creek. Eftir einari góðari gøtu, og framvið er væl av runnavøkstri. Har eru nógv berjasløg, ið vit av og á smakka á: hindberjalík, svartber og annað. Í bjarna-landi skal helst vera nógmikið av berum!

Seinast eg var á ráðstevnu í hesi røðini, var í Svøríki, fyri 3 árum siðani. Har hitti eg kanadiska bjarnagranskaran Dr. Thomas Reimchen, ið so sera livandi greiddi frá, hvussu tað var at arbeiða millum bjarnir í skóginum – á nátt sum degi. Arbeiddi út frá University of Victoria í Kanada við at kanna lív og levnað hjá bjarnum (umframt ymisk vistfrøðilig viðurskifti hjá kombikki í Kanada). Har greiddi hann eisini frá, hvørjar trygdarreglur vóru neyðugur, um tú skuldi vága tær inn í landi, har bjarnir ferðast. Regla nr. 1: Lat bjørnina vita av, at tú ert har! Larma! – Tí tað mest vandamikla er at kløkka eina bjørn. Tá loypir hon heilt víst á. Regla nr. 2: Um tú møtir einari bjørn, ger teg so lítlan sum møguligt, hygg hana undir ongum umstøðum í eyguni (tað vil hon uppfata sum eina hóttan); far til viks, so hon sleppur framvið...
Hetta vóru fylgisneytar mínir púra greiðir yvir. Fyri hvørjar 2-4 minuttir, so klappaðu tey og róptu: “Hello Bear, hello-o-o Bear”! – At enda byrjaði eg eisini at hjálpa til við hesum rópum: at boða bjarnunum frá, at vit vóru har!


Mynd 8. “Bjørne-banden”: Christine, hundurin Mena, John, Susan og Bill. Tilreiðar at fara á bjarna-gonguferð!

Tey søgdu, at kjansurin fyri at síggja bjarnir var til staðar; men tað kundi eisini meir enn so henda, at ongin var at síggja. Slerdi meg tí til tols við, at hetta hóast alt var ein sera stórsligin gongutúrur. Vit høvdu sæð nógvar áhugaverdar plantur, trø og runnar, umframt soppar. Tá ið vit høvdu gingið umleið ein tíma, peikaði Dr. John Postletwait, professari, á eitt træ: “har eru skøvur í trænum”. – Er hatta frá bjarnum? – Nei, hatta eru helst gnagdýr. Nakað seinni síggjast ymisk spor á gøtuni. – Frá bjarnum? – Nei, heldur ikki. Helst hevur hatta verið ein elgur (“the moose”). Stutt eftir sæst afførningur nær vegnum. – Heldur ikki frá bjarnum (ongar berjakjarnur í)....men løtu seinni sæst týðiligur bjarnaskittur: mongd av berjasteinum í. – Tey gerast meira tigandi og varin. Hundurin Lana er eisini friðarlig. Er vand til ikki at goyggja ella geva ljóð, um stór dýr eru í nánd....Knappliga bráðsteðgar John: hygg har! Omanfrá gøtuni, einar 50 metrar frá okkum er ein bjørn! Hon er eitt sindur órólig. Loypir sær upp í eitt træ.



Mynd 9. Ein svartbjørn (“black-bear”) uppi einum træi. Hon var mett til 3-4 ára aldur, gott og væl hálvvaksin.

Fer niður aftur einaferð. Men so aftur uppaftur. Tey hava kikara við. Hann gongur runt. Hon sæst væl. Er ikki fullvaksin, eini 3-4 ára gomul. Men nóg stór til at kunna gera skaða á eitt fólk, um illa vil til. Tey gera av at venda við, eftir at vit øll hava sæð kongin í skógini her á leið. Eg havi enntá roynt at tikið nakrar myndir við zoom. Málið er nátt! Vit hava sæð eina bjørn – so sprelllivandi!

Stillisliga og varisliga venda vit við og fara eisini eina aðra leið aftur móti bilinum.
Eitt korter seinni sæst nýggjur bjarnaskittur beint á gøtuni. Er hetta “okkara bjørn” ella ein onnur? – Svarið kemur stutt eftir: ein fullvaksin bjørn er í ferð við at skovla ber í seg niðri í fjalllíðini, eisini einar 40-50 metrar frá okkum. Hesir berjarunnarnir eru so mikið høgir, at vit ikki altíð síggja bjørnina. Har sæst mest, hvar hon hevur verið. Høgir klasar av berum, ið hvørva av tí at ein stórur svartur labbi fer eftir teimum –og so standa klasarnir tómir. Ógvuliga rámandi eitur hetta berjaslagið “devils claw”. Tað hevur ein sterkan, aromatiskan smakk – so vit skilja, hví næsta bjørnin hjá okkum er púra burtur í tí at eta hesar litføgru berklasarnar. Hon leggur als ikki merki til okkum – ella leggur onki í okkum. Vit kika, taka myndir, njóta løtuna.....so spáka vit eisini víðari á heimferðini.


Mynd 10. Seinna bjørnin í ferð við at eta berjaklasar av devils-claw. Hendan er fullvaksin. Hesa myndina tók prof. John Postletwait.

Nakað seinni kunnu vit standa og skoða út yvir havið. Ein fleiri hundrað metur breið strond liggur ber aftaná fjørðuna og nakað av fugli er savnað at finna sær føðina har. Ongin serligur tari sæst; men okkurt man vera til matna kortini. Flott útsýnið. Eisini út á oyggjar og fjøll nærhendis. Funnu eina arnafjøður – ið vit sambært reglunum í tjóðargarði lata liggja í friði

Vit náa bilinum. Hava sæð tvær bjarnir í uml. tveir tímar. Passaliga móð og mettaði av upplivingum í hesum serstaka landi og lendi.
Fara inn á eina matstovu at keypa eina stóra pizza, ið vit njóta saman. Fáa práta um, hvussu óvanliga heppin vit hava verið – at síggja og uppliva so nógv á einum tílíkum stuttum kvøldartúri! Hetta kvøldið kundu vit øll tí sovna skjótt – og hvør veit: droyma um friðarligar ella vandamiklar bjarnir. Tí á heimleiðini fingu vit fortalt, at fyri fáum árum síðan blivu 3 fólk skrødd sundur av einari bjørn á júst sama stað. Eitt par, kona og maður við einu lítlum barni. Ongin kom livandi frá tí.

Fyrsti ráðstevnudagur: skráseting
Seinnapartin, dagin eftir bjarnaferðina, var skráseting til ráðstevnuna og vælkoma. Røður, kunningar, gittarleikur við sangi.
Endiliga hitti eg starvsfelaga mín: Glenn, ið er amerikumaður, giftur í Malysia, arbeiðir í Bergen, er á veg til Vietnam. Jú globaliseringin hendir eisini á okkara leiðum!
Tað var Glenn, ið á fyrsta sinni, nú fyri fimm árum síðan heitti á meg um at luttaka í kanningum av kombikki. – Sum førdi mangt og hvat við sær. Í fyrst lagi tøku av sýnum í Føroyum í trý summar. Vetrar við drúgvum kanningum. Men eisini ráðstevnur, har úrslitini blivu framløgd. Fyrst í Svøríki, síðan i Valencia í Spania. Vit báðir skriva saman eitt paper um føroysku kombikka-kanningarnar, saman við føroyska fiskifrøðinginum, Peturi Steingrund.
Glenn er væl upplagdur sum altíð. Fáí feskastu tíðindini úr vísindaheiminum í Bergen at vita. Alt skal leggjast saman. Hann er troyttur av hesum nógvu fundunum. Fer tí eftir ráðstevnuna beina leið til eitt universitet í Vietnam, har hann kann halga sær síni fremstu áhugamál: at kanna sjúkur í fiski!
Men beint fyri framman eru fyrilestrar okkara. Skulu báðir tosa um fiskasjúkur hjá kombikki. Avtala at samskipa okkara innlegg so væl sum møguligt.

Tilfar til ráðstevnuna verður útflýggjað. Ongar broytingar í ætlanini fyri fyrilestrunum. Vit skulu báðir í eldin fyrrapartin, mikudagin, 2. august. Beint aftaná skulu vit øll eina langa útferð allan dagin og kvøldið við.

Annar ráðstevnudagur: fyrilestrarnir byrja!
Tað týdningarmesta verður tikið fyrst. Har koma ikki minni enn 6 fyrilestrar um kortleggingina av arvastreinginum. Prof. John Postletwait er ein teirra. Hann er leiðari av tí kanningarstovuni á Universtitinum í Oregon, ið hevur kortlagt allar ílegur hjá zebrafiski. Eftirsum at granskingin av kombikki hevur verið so mikið umfatandi og á so nógvum økjum, var hesin lítli fiskur valdur til at vera tann næsti hjá hesum kanningarliðum – at kortleggja allar ílegurnar hjá kombikki, Gasterosteus aculeatus. Hendan avgerðin varð tikin fyri trimum árum síðani – á ráðstevnuni á Svøríki. Her eru stórtíðindi á skránni: um eina ella tvær vikur liggur allur arvastrongurin (alt genomið) online á internetinum!
Vit sita í einum stórum rúmi, ið rúmar uml. 100 fólk, eini 6-7 við hvør sítt runda borð. Hesin háttur tóktist løgin í byrjani: fóru fólk at hoyrast? Komu vit at síggja, hvat tann annars lítli skýggin frammanfyri kundi sýna av myndum? Øll stúran varð gjørd til skammar. Ongin mikrofon, góður akustikkur, fólk hoyrast væl. Har var lætt at koma og fara, til viks um neyðugt. Ikki so trupult, sum tá ið tú situr í einum stórum og myrkum trappu-auditorium, sum vanligt er við flestu ráðstevnur.
Næsta evni er fysiologi, fýra fyrilestrar, ið snúgva seg um hormonviðurskifti og nøring. Triðja evni er atburður við sjey fyrilestrum. Hetta heldur á til náttverða. Aftaná kom tvinni innlegg (um aling og útseting). Klokkan er 21, tá ið vit enda. Tá eru farnir meira enn 12 tímar síðan vit byrjaðu; men alt hevur gingið uppá stás. Evnini eru so áhugaverd, at flestu sita sum negld tað mesta av tíðini. Fundarleiðslan, er áðurnevndi Bill Cresko frá bjarna-ferðini og so eisini ikki at forgloyma Dr. Frank von Hippel. Báðir tveir ungir, lættsintir fýrar, ið á ein sera humoristiskan hátt fáa alt at glíða sum eftir ánni. Frank hevur t.d. fyri, at fyri hvørt fyrilestraevni er ein serstakur vinningur, ið drigið verður um. Tann fyrsti var ein yvirvaksin froskur, gjørdur úr plasti, men sum sá fulkomuliga autentiskur út. Nógvur látur, tá ið “vinnarar” fáa frosk – ella aðrar stuttligar lutir handaðar.