Sjúkrahúsið skal
veita heilsutænastu
Landssjúkrahúsið skal veita heilsutænastu til fólki innan teir fíggjarligu karmarnir, sum politiski myndugleikin hevur ásett, á einum støði, sum skal kunna samanberast við lond uttan um okkum. Hetta virksemi skal fara fram í tøttum samstarvi millum ymiskar starvsfólkabólkar, undir skipaðum viðurskiftum.
Trupulleikin stendst av, at tey óskipaðu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum ígjøgnum fleiri ár hava elvt til eitt fakfelagspolitiskt maktstríð, sum krevur arbeiðsorku, sum annars skuldi verið nýtt til heilsufremjandi endamál, við misnøgd og væntandi áræði. Og støðan bert versnar. Fæst ikki rættlag á hesum sum skjótast, er spurningurin, um vit framyvir skulu vænta at hava nakað nøktandi sjúkrahús.
Sjúkrahúsið enn einaferð politisk kastibløka
Leiðsla er eitt amboð/arbeiðstól hjá arbeiðsgevaranum fyri at reka virksemið eftir teimum endamálsorðingum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi, innan teir avsettu karmarnir. Tað er burtur við at ímynda sær, at avgerðir hjá almennu myndugleikum, um organisatión og leiðslu innan sjúkrahúsverkið, skulu byggja á avtalir millum einstøk fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum. Við at leiðsla er ein fyrisitingarligur arbeiðsreiðsskapur hjá arbeiðsgevaranum (leiðaranum), átti hann at havt avgerðarrættin um, eftir hvørjum leisti hann ynskir eina slíka at verða. Hevur hann ikki henda avgerðarrættin, eru hansara møguleikar at virka ógvuliga skerdir.
Her er hóskandi at koma við einari rættleiðing til Kristian Magnussen, fyrrverandi heilsumálaráðharra, tá hann sigur, at viðgerð og røkt hava størsta beinleiðis týdning fyri brúkarin (hvar hann so enn hevur tað frá); hann kennir møðuliga onkran sannleika um sjúklingin, sum sjúklingurin ikki sjálvur veit um. Undirritaði (og neyvan heldur nakar av mínum samstarvsfelagum) hevur ongantíð møtt einum sjúklingi, sum ynskir seg innlagdan á sjúkrahús fyri at fáa røkt. Sjúklingurin ynskir fyrst og fremst, at vit seta í verk hóskandi kanningar, fyri at finna út av, hvat honum bagir, og síðani at veita ta viðgerð, sum kanningarúrslitið tilskilar. Hetta eru kjarnutænastirnar á einum somatiskum sjúkrahúsi, og ongin setur spurnaðartekin við tiltaksrættin hjá serlæknunum í hesum.
Møguligir leiðslustrukturar
Arbeiðsgevarin hevur í høvuðsheitum tveir leiðslustrukturar at velja í:
1: Felags leiðsla myndað av umboðum frá ymiskum starvsfólkabólkum.
Við hesum vali verður ásannað, at Landssjúkrahúsið skal rekast eftir fakfelagspolitiskum sjónarmiðjum/áhugamálum, og harvið verður sjálv stríðskjarnan staðfest. Í slíkum føri er ikki rætt, at seráhugamál hjá bert einstøkum starvsfólkabólki (tað eru nevniliga aðrir starvsfólkabólkar enn sjúkrasystrar og yvirlæknar) verða tikin til eftirtektar, men at allir starvsfólkabólkar verða havdir í huga. Tað ber ikki til at skilja í millum tey ymisku fakfeløgini, sum soleiðis eiga somuleiðis rættindir at mynda leiðsluna. Almennar granskingar av sjúkrahúsleiðslu í ávikavist Danmark og Noregi hava samsvarandi sum niðurstøðu, at tær frámæla slíkan leiðslustruktur. Í Íslandi hevur felags leiðsla verið lógarfest síðani 1976, eisini her er stór misnøgd. Yvirlæknarnir fara ikki at luttaka í slíkari leiðslu.
2. Einstreingja leiðsla.
Henda er rakstrarliga sæð tann greiðasta.
Niðurstøða:
Leiðslan má skipast á slíkan hátt, at starvsfólkini ótarnað fáa loyvi at útinna tað virksemið, tey ætlandi eiga at gera. Leiðslustruktururin má undir ongum umstøðum verða skipaður soleiðis, at arbeiðsplássið gerst ein fakfelagspolitiskur stríðsvøllur. Fakfelagspolitikkur hoyrir ikki heima á arbeiðsplássinum, har skal fakligt virksemi fara fram.
Sjúkrahúsleiðarin hevur, eftir drúgt orðaskifti við starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, og serkunnleika og myndugleikar í útlondum, lagt fram eitt uppskot um sína meting, hvussu ein hóskandi leiðslu eigur at síggja út. Sum starvsfólkabólkur kann ein so bert taka støðu til, um ein ynskir at luttaka ella ikki, ongin hevur nakað krav upp á leiðsluna.
Um politiski myndugleikin enn eina ferð, í móti hvat annars er viðtikið um almennu fyrisitingina, og í móti, hvat serkunnleikin í fleiri førum hevur tilmælt, velur at ganga irrationellum og illa grundaðum grundgevingum á møti, í staðin fyri at lata rakstrarleiðarin gera sína meting á einum rakstrarligum grundaðum støði, setur ein sær spurningin, um vit nakran tíð kunna vænta at fáa til vega eitt vælvirkandi sjúkrahús. Tá er hinvegin væntandi, at tann fakligi serkunnleikin leitar sær aðra staðni, har skipaði viðurskifti valda.
Serlæknafelagið hevur meldað út greiða støðu hesum viðvíkjandi: okkari møguligi leiklutur í einum leiðslubygnaði verður bert í eini einstreingjaðari leiðslu.
Vinarligast
Jóhan Petur Davidsen
Formaður í Serlæknafelag Føroya