Hugnaløta í advent

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tað eg veit hevði Fidel Castro, tá hann sjálvur tveyogfýrsinstjúgundi fór til Kuba við danguni Grandma og hálvdeyður av sjóverki tapti fyrsta slagið har, men trý ár seinni hertók vaglið í Havanna frá kapitalistunum, tað eg veit, høvdu hann og Che ongan jólamann við sær.

Teir skipaðu heldur ikki fyri barnaundirhaldi. Hjá teimum var álvarin størri í tí, teir vóru í holt við.

Men tað var har og tá.

Revolusjónsromantikkur gamaní. Men Castro og hansara fólk vunnu so.

Stóru lýsingarnar, tvær blaðsíður, frá teimum, sum ætlaðu sær at hertaka Vaglið í Havn ein leygardag í døgurðatímanum, mintu á revolusjónsromantikkin í trýssunum og hálvfjerðsunum. Knýttur nevi og mergjað slagorð, stormávaring, einki minni.

Stormur var eingin, eitt lot, tað var alt. Ikki so frægt sum eitt frískt lot.

Stormin orðna veðurgudarnir. Teir duga og tora at leika í, tá teir eru illir.

Hitin í øðini hjá fólkinum við Farstøðina og á Vaglinum var so lágur, at hann gjørdi ongan mun og gav ongan fløva í politiska kuldanum og vátakavanum.

Jólaborðhaldseftirskjálvtar. Eingin øsing, bara prát og hugni og jólamenn, sum vóru tað einasta reyða í hesum hildarleiki.

Ikki sum í Reykjavík, har sum fólkið gjørdi bart uttan fyri altingið í dagar og nætur. Tveittu egg og máling og knústu rútar í parlamentinum. Sluppu tey inn, fóru tey inn og hertóku altingið. Køksbúnyttur vórðu brúktar at larma við. Tað einasta av slíkum slagi leygardagin í Havn var á høvdinum á Milju.

Hóast fólk vóru vælkomin at hava grýtulok við. Men tey lógu á grýtunum, har var brúk fyri teimum, tí hetta var sum sagt í døgurðatímanum.

Sjálvandi ræðist eingin politikari slíkan jólahugna í hálvan annan tíma. Styttri hertøka veit eingin um at siga. Politikarar broyta einki uttan tað, sum teir sjálvir hava sett sær fyri at broyta.

Fakfeløgini siga so, at tey hava aðrar ætlanir. Tora vit at gita eitt aðalverkfall í 24 tímar og mótmæli við Løgtingshúsið, meðan tingfundur er og tingfólk og landsstýrisfólk eru inni har? Kanska hertaka løgtingið?

Vit kunnu gita, hóast slagorðið hjá løgmanni er, at vit eiga at vita og ikki gita. Ja, vit noyðast at gita, tí fakfeløgini hava tann snilda taktikk ikki at upplýsa nakað sum helst fyri sínum limum ella fyri fólki yvirhøvur. Feløg, sum siga, at tey umboða fólkið.

Sama ger. Stór mótmælistiltøk hava ongantíð flutt nakað ein fjórðingstumma í Føroyum. Politikararnir vita, at tey verða afturvald, so hví lurta eftir veljarunum?

Latið okkum vísa teimum, hvør veruliga hevur valdið, søgdu tey, meðan tey hoppaðu við Farstøðina, men gloymdu bara at gera tað.

Fólkið hevur ikki valdið í einum fólkaræði. Tað hava tey fólkavaldu og tey, sum tey hava valt at arbeiða fyri seg.

Hvussu nógv mótmæltu og hvussu nógv vóru har bara fyri at hyggja og lurta?

Løgmaður kom upp á vaglið eina løtu, men eingin tosaði við hann uttan Kringvarpið.

Vit bíða spent eftir næsta hugnatiltakinum hjá teimum nógvu feløgunum. Tá tey aftur fara upp á barrikadurnar, sum ikki eru har. Einastu gøtubyrgingar, sum vóru í námind av Vaglinum, vóru tær, sum politiið ella kommunan við stórari vælvild settu upp fyri at forða bilum í at koyra inn í múgvuna.

Vit vita øll, at bankastjórar fáa tað sama ella meira í løn enn játtanin hjá Tjóðpallinum er. Bankar stuðla eisini mentan – bóltspæli. Og hvat so? Hvat gera vit? Rýma til Danmarkar.

Eitt ættarlið í rusk, politiskt fusk, fullveldi ella juks.