Hugnaløta fyri eldri á Kambsdali

Leygarkvøldið skipaðu eldrafeløgini Nón, Fjallið og Borgin í Eysturoynni fyri hugnaløtu fyri pensjionistum á Handilsskúlanum á Kambsdali

Tey hittust øll til hugnaløtu í kantinuni á handilsskúlanum á Kambsdali leygardagin klokkan 17. Um 160 pensjionistar fingu høvi at hugna sær og hitta gamlar kenningar aftur.
Amy Djurhuus, forkvinna í eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu, letur avbera væl at kvøldinum. Hon sigur, at tað eydnaðist til fulnar, og fólk finu rættuligt høvi til at hugna sær.
Til matna fingu tey suppu, oksafilét og so kaffi við smákøkum omaná. Afturvið matinum varð skipað fyri undirhaldi av ymsum slagi. Árant Hansen, fólkaskúlalærari í Fuglafirði segði frá skemtisøgum og øðrum. Og láturin rungaði eftir í. Fleiri røður vórðu eisini hildnar, og fólk hugnaðu sær óført við práti um mangt og hvat.
Felagssangur var eisini undir borðhaldinum, og vóru tað teir báðir Pauli og Hjalti á ávíkavist harmoniku og gittara, sum spældu undir.
Eftir borðhaldið var dansur, har hesir báðir somu spældu. Og tað stóð ikki á hjá limunum at dansa. Tey hugnaðu sær óført, og tá tey ikki dansaðu gingu tey runt og heilsaðu upp á hvønn annan.

Kennast frá fyrr
Amy Djurhuus sigur, at eldrafeløgini í Eysturoynni hava fleiri ferðir tosað um at hittast til eina felagshugnaløtu, og eftir nýggjár fóru tey í álvara í gongd við at skipa fyri onkrum. Og tá so dagfestingin varð ásett, bleiv tað kunngjørt.
? Áhugin vísti seg beinanvegin at vera sera stórur, sigur Amy, sum fegnast um, at tiltakið eydnaðist so væl.
Hon sigur, at hóast tey í dag hoyra til hvør sítt eldrafelag, so kennast tey flestu frá fyrr av.
? Tá vit vuksu upp, kendust vit øll í bygdunum her rundan um, so tú kanst ætla, at tað var stuttligt at hitta gamlar kenningar aftur, sum ein kanska ikki hevði sæð í so langa tíð, sigur hon.
? Tey flestu kendu andlitini aftur á hvørjum øðrum, um ein hevði gloymt navnið, leggur hon afturat.
Hon heldur, at áhugin er so stórur at hittast aftur, nevniliga av tí orsøk, at tað eru kend fólk,sum hittast aftur.
Eldrafelagið Nón í Runavík stendur í fagrasta blóma. Tey hava fingið ikki færri enn 27 nýggjar limir afturat í ár. Tey hava javnan hugnaløtur tvær ferðir um mánaðin, og tað stendur ongantíð á við uppmøtingini. Har fáa tey kaffi, te og okkurt afturvið, meðan tey kunna hugna sær við kortspæli, Landastroki ella bara við práti.
Tey vóru 60 í tali frá Nón seinasta leygarkvøld á Kambsdali. Tilsamans vóru 160 frá teimum trimum eldrafeløgunum. Kvøldið byrjaði um fimmtíðina seinnapartin, og tey hildu á inntil um hálvgum tólvtíðina á kvøldi.