Hugo Chavez deyður

Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, er deyður. Tað skrivar tíðindastovan Reuters nú.

Hugo Chavez, sum hevur verið forseti í Venesuela síðani 1999, hevur verið sjúkur av krabbameini tey seinastu árini. Herfyri kom hann aftur úr Kuba, har hann hevði fingið viðgerð, og um vikuskiftið bleiv kunngjørt, at hann var versnaður.

Chavez varð afturvaldur til forseta herfyri, men heilsutrupulleikarnir gjørdu, at hann bleiv ongantíð settur í embætið aftan á valið.

Hugo Chavez var 58 ára gamal, nú hann doyði.