Óhugsandi fyri fimm árum síðani

Landsliðsvenjarin, sum var ovurfegin um úrslitið, iðraði seg um, at liðformaðurin sat uttanfyri

Allan Simonsen var so at siga sigurssælur, tá hann royndi at útgreina avrikið og úrslitið, og tað var fyrst og fremst arbeiðnum, sum verður gjørt í føroysku feløgunum, sum hann gav æruna fyri avrikið:

? Tað hevur verið ein veldugur framburður hesi gott og væl fimm árini, sum eg havi verið í Føroyum. Spælararnir eru so nógv betur fyri nú, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga. Eg minnist aftur á, at vit í fleiri dystum vóru væl við og vóru um reppið at fáa góð úrslit, men so datt alt saman síðstu løtuna, tí okkara menn vóru so kroystir av mótstøðumonnunum og so pøstir, at teir gjørdu eina rúgvu av mistøkum, sum mótstøðumenninir eirindaleysir fingu sær fyrimun av.

Og so minnir venjarin á dystirnar móti Finnlandi á útivølli í 1994 og á heimavølli í 1995, sum vórðu taptir ávikavíst 5-0 og 4-0, og sum kostaðu eina rúgvu av málum síðstu løtuna, og á útidystin í Grikkalandi í november 1995, tá tað var málleyst inntil 58 minuttir vóru farnir. Grikkalandi vann 5-0!


Hildu avtalurnar

? Skotarnir spældu akkurát, sum vit høvdu roknað við, og eg haldi ikki, at teir vóru serliga vandamiklir. Tað var sera harmuligt, at teir fingu eitt bíligt mál. Eg haldi, at Jákup Mikkelsen gjørdi tað, sum hann átti at gera í hasari støðuni. Kanska kom bólturin óvart á Øssur Hansen, men hann skuldi ikki roynt at tamt hann, men í staðin fyri smekkað hann burtur.

Allan Simonsen rósti Jákupi Mikkelsen fyri hansara leiklut bæði millum stólparnar og tá hann tók lut í uppbyggjandi partinum, og hann rósti Pól Thorsteinsson fyri at hava hildið Billy Dodds so sera væl. Venjarin helt, at Todi Jónsson hevði verið stak væl upplagdur, og at Óli Johannesen hevði stýrt verjuni heilt væl:

? Fyri verjupartin kundi eg róst teimum øllum somlum. Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, har allir spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt frammanundan, og tað eri eg nøgdur við. Men eg haldi ikki, at framrættaða spælið var nóg gott í 1. hálvleiki. Í steðginum prátaðu vit um hetta og gjørdu onkrar smáar broytingar, og eg haldi, at tað gekk betri í 2. hálvleiki.

Tað harmaði Allan Simonsen almikið, at Jens Kristian Hansen ikki var við:

? Eg sat og hugsaði um tað, tá tað í 2. hálvleiki bleiv soleiðis, at Hans Fróði Hansen ofta gjørdist leysur við bóltinum. Jens Kristian Hansen er ein betri bóltspælari, og tí hevði tað verið meiri nátúrligt fyri hann at farið fram á miðvøllinum at tikið lut í uppbyggjandi spælinum, enn tað var fyri Hans Fróða. Jens Kristian var ikki tøkur, og tað kundu vit einki gera við, men vit kunnu frøðast um, at tað eydnaðist at javna, tá vit kastaðu nógv fólk fram ? tað gjørdi tað sama, um vit taptu við einum ella tveimum málum ? og tað var stuttligt, at tað skuldi eydnast hjá Hans Fróða at stúta eitt so gott mál.