- Hugsi eisini um skúlan

Tað sigur Ári Mohr Jónsson, sum fríggjakvøldið spældi sín fyrsta dyst fyri landsliðið.

- Eg eri ótrúliga glaður fyri at verða úttikin til landsliðið, men eg má eisini vísa skúlanum ans, so eg royni at fáa tey bæði tingini at hanga saman. So eg royni at lesa so nógv, sum eg kann, hóast tað er nógvur fótbóltur í høvdinum, sigur Ári Mohr Jónsson.
Tað hevur gingið skjótt seinastu mánaðirnar hjá unga bakkinum. Hann hevði ikki droymt um at hann skuldi bæði røkka Superliga og landsliðsfótbólti innan so stutta tíð.
- Eg hevði als ikki hugsað tankan um at tað kundi ganga so skjótt, sum tað hevur gjørt. Tað er næstan óveriligt. Tað eru nokk dystirnir í Superliguni, sum hava gjørt at eg eri komin á A-landsliðið, sigur Ári Mohr Jónsson.
Tað var eisini ein fegin Ári, ið gekk inn á leikvøllin í Írlandi. Kenslan var góð.
- Tað ber ikki til at lýsa hvussu fantastiskt tað var. Tað er nakað eg havi droymt um síðani eg var smádrongur, sigur 19 ára gamli Silkeborg spælarin, sum var bangin fyri at tað kundi ganag gali, tá Írland skoraði longu eftir fýra minuttir.
- Tað var hart. Tá tú spælir á føroyska landsliðnum, so hevur tú ikki so oftani bóltin og so skora teir longu aftaná fýra minttir. Tá hugsar tú at hetta kann enda gali, men tað gjørdi tað so ikki, sigur Ári.
Fleiri liðfeløgunum hjá honum eru svartasjúkir inn á føroyingin, sum sleppur at spæla móti stóru stjørnunum kring Evropa.
- Teir vilja eisini sleppa at spæla móti stóru stjørnunum frammanfyro nógvum áskoðarum. Onkur hevur sagt, at teir vilja blíva føroyingar, so teir kunnu koma á landsliðið, sigur Ári Mohr Jónsson við einum smíli at enda.