Vit hava spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin: Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur? Um ja - hví? Um nei - hví?
Bergur Jacobsen, 73 ár:
- Sjálvandi fari eg at lata meg koppseta. Fyri tað fyrsta tí, eg hoyri til hávandabólkin, men eisini tí, at eg meti tað sum eina samfelagsskyldu. Eg hugsi um tað stórverk, sum Dr. Magnussen, eisini nevndur “tuberklalæknin”, framdi í samband við sjúkuna. Hevði tað verið sjálvboðið hjá fiskimonnum at latið seg kanna og koppseta tá, hevði tað helst tikið munandi longri tíð at bast tuberklunum.
##med2##
Turið í Kongsbø, 31 ár:
- Nei, eg fari ikki at lata meg koppseta, tí eg tori ikki, fyrr enn vitanin um koppsetingina og um covid-19 yvirhøvur er vorðin størri. Hevði ein lækni vent sær til mín beinleiðis og hevði mælt mær til koppseting, hevði eg framvegis ivast.
##med3##
Gunnvá Eiriksdóttir, 60 ár:
- Ja, eg fari at koppseta meg, tí eg havi sjúk lungu. Eri eitt sindur stúrin fyri hjáárinum, nú alt er so nýtt. Men, eg stúri meira fyri koronu enn koppsetingini. Eg heilsi koppsetingini vælkomnari - og ynski koronu, har piparið grør.
Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin, har fleiri fólk - bæði yngri og eldri, kend og minni kend - svara spurninginum.