– Tað er fullkomiliga vitleyst, at Tórshavnar kommuna skal taka størri atlit til eysturoyingar, sum skulu koyra til Havnar, enn til sínar egnu borgarar í Hoyvík og í norðasta býlinginum í Havn, sum er økið kring Sundsvegin og Villingardalsvegin.
Tað sigur Tróndur Sigðursson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn.
– Nýggi innkoyringarvegurin og ætlaði ringvegurin uppi í Hoyvíkshaganum er slett ikki gjørdur bara til at flyta eysturoyingar og onnur norðanífrá skjótari oman til Havnar. Hasir vegirnir eru so sanniliga eisini gjørdir fyri at fólkið í Hoyvík og í norðastu býlingunum í Havn – økið við Sundsvegin og Villingardalsvegin – skulu hava lættari við at sleppa oman í býin og út í Vesturbýin, sigur Tróndur Sigurðsson, sum øtast um nýggja útspælið frá borgarstjóranum í Havn.
– Hatta er ein púra skeiv loysn, tey koma við nú. Og av fystan tíð er størsti trupulleikin, at tunnilsfelagið hevur flutt tunnilsmunnan av Skarðshjalla oman á Hvítanes, sigur Tróndur Sigurðsson.
– Tað er í veruleikanum ein skandala, sum tunnilsfelagið hevur gjørt. Tað hevði verið nógv betur, um vegurin frá tunnilsmunnanum gekk ígjøgnum Skarðshjalla – har Tórshavnar kommuna av somu orsøk hevur útbygt ídnaðarøkið, sum liggur mitt í landinum og hevði havt ligið beint við høvuðsæðrina ígjøgnum landið, sigur Tróndur Sigurðsson.
Býráðslimurin harmast um, at borgarstjórin arbeiðir við at broyta undirskrivaðu avtalaðuna. Hann vísir á, at tað tók 25 ár at fáa avtaluna upp á pláss.
Og tá borgarstjórin vísir á, at ætlaði vegurin fer at forða fyri bústaðarbyggingin í Hoyvíkshaganum, so er Tróndur Sigurðsson slett ikki samdur.
– Tað verður beint tvørturímóti. Nýggju bústaðarøkini í Hoyvíkshaganum koma at liggja sera væl fyri mitt í landinum og við ein høvuðsveg, sum er knútapunkt í øllum landinum, sigur hann.
Hann vísir á, at landsvegurin fer at liggja fyri seg, og at kommunalu vegirnir fara at liggja undir landsvegnum, so ferðslan har fer als ikki at ávirka umstøðurnar hjá teimum, sum fara at búgva í grannalagnum.
Tróndur Sigurðsson sigur, at arbeiðið við vegnum í Hoyvíkshaganum, sum longu er gjørt, kortini skal gerast liðugt, og tí heldur hann, at verkætlanin verður sera kostnaðarmikil.
– Havnarfólk fáa so onga gleði av einum tunli av Hvítanesi til Krákugjógv, tí tey fara als ikki at koyra í gjøgnum hann. Hann verður bara til fólk, sum koma av bygd ella skulu á bygd, sigur Tróndur Sigurðsson, sum heldur, at nýggja býráðið skal halda seg til ta avtalu, sum varð gjørd í oktober. Tí tá fáa bæði havnarborgarar og tey, sum koma til Havnar, gleði og gagn av nýggju farleiðini, sum skal greina ferðsluna í Havn sundur, so øll ikki fara at standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum.
– Býráðið í Havn skal fyrst og fremst hugsa um sínar egnu borgarar, sigur Tróndur Sigurðsson.