Endamálið við einum staði sum Hugskotinum er, at tey, ið húsast har kunnu netverka og luta vitan millum sín, og tað verður úrslitabetri, um allar fyritøkurnar ikki eru í somu fasu.
– Vanligt er at miðja ímóti, at 20 prosent av teimum, sum húsast eitt slíkt stað eru royndir íverksetar, soleiðis at vitanin verður varðveit longri. Hetta hava vit arbeitt fram ímóti í longri tíð, men vit hava ikki havt umstøðurnar, sigur Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum.
Hugskotið hevur í fyrstu syftu pláss til at húsa tveimum fasu tvey fyritøkum. Fyritøkurnar hava leigusáttmála í tvey ár við møguleika til at leingja hann tvey ár aftrat.
Ein av fyritøkunum, sum nú flytur í fasu tvey høli hjá Hugskotinum, er nýggja telefyritøkan Tosa, sum fer at veita føroyingum nýggjar tænastur og lægri prísir. Hetta verður gjørligt, tí Tosa ikki fer at gera stórar íløgur í at byggja net, men ístaðin er ætlanin at keypa tann kapasitetin, ið tørvur er á frá teimum, ið longu hava bygt net í Føroyum.
– Við nýggjari tøkni og nýhugsan fara vit at kollvelta føroyska telemarknaðin fyri at betra um korini hjá tí einstaka føroyinginum. Tosa er á veg á føroyska marknaðin nú, sigur Tummas við Skipá, stjóri í Tosa millum annað í blaðunum Vinnan, sum er at finna í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti.
Øll greinin hann lesast í Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu kring landið