Tað sær kanska ikki beinleiðis út sum eitt virkið arbeiðsstað, teir tríggir blálittu skúrarnir her Uppi á Grind, tey kalla.
Men eingin skal vera í iva um, at inni í bygninginum trívast eini tilkomin hjún væl í arbeiðinum við dreymum sínum: At hava glarlist sum vinnuveg í Føroyum.
Framsýningarhølið er besta prógvið um, hvussu tað kann ganga, tá tvey fólk seta sær okkurt fyri - og haraftrat megna at fáa tað at bera til:
Eftir góðum fýra árum kann Glarlist bæði framleiða og selja glarvørur á høgum støði, bæði til føroyingar og útlendingar. Og tað stendur heldur ikki á at sleppa at við hesar vørurnar.
- Okkurt tíðarskeið vóru vit simpelthen noydd at arbeiða í døgndrift, greiðir Elisabeth Ellingsgaard frá.
Hon lærdi annars til sjúkrasystir seinast í fimmti-árunum, men tey seinnu árini hevur hon kastað seg yvir glarlistina.
Hóast hon er farin um 70 ár, so tróta hugskotini ikki, sum hon ætlar sær at fara undir.
- Hugskotini, tey koma meðan eg arbeiði. Ein er jú alla tíðina noydd at finna uppá okkurt nýtt.
- Nú ætli mær at seta meg meiri inn í, hvussu tey framleiða smúkkur!, sigur hon.
Váðaverk til veruleika
Elisabeth og maðurin byrjaðu annars virksemið í smáum, men skjótt vísti tað seg, at slíkt ítriv og slíkt virksemi kravdi bæði pláss og tíð.
Tey keyptu fyrst ein containara til virksemið. Stutt eftir keyptu tey ein aftrat og at enda ein triðja fyri at rúma øllum. Maðurin riggaði og snøggaði alt soleiðis til, at tey bæði nú bæði hava verkstað og framsýningarhøli í hesum trimum containarunum Uppi á Grind á Eiði.
Onkur helt kanska tá, at her var talan um eitt váðaverk, tá farast skuldi eina so nýggja vinnu í Føroyum. Eingin hevði jú roynt júst hetta áður, um ein sær burtur frá teirri listini sum listamaðurin Tróndur Patursson hevur latið úr hondum.
Men Elisabeth og Páll lótu ikki við seg koma, men hildu fast við dreym og hugskot teirra. Í dag man neyvan nakar vera í iva um, at glarlistin er komin fyri at verða.
- Men lat meg so beinanvegin sláa fast, at tað var sera kostnaðarmikið at fara í gongd. Her skulu nógv amboð til og ovnarnir eru eisini dýrir.
- Og rávøran, sum vit fáa úr USA, er eisini sera dýr, greiðir Elisabeth frá. Prísurin á glarlistini er tí lagaður eftir hesum umstøðunum.
Óvæntað marknaðarføring
Tá ein byrjar eitthvørt virksemi er avgerandi neyðugt at fólk verða varug við tað, ein er farin undir. Hetta kallast marknaðarføring.
- Men hetta høvdu vit næstan ikki tíð at hugsa eitt einasta petti um. Vit høvdu alt ov nógv at gera ta fyrstu tíðina, sigur hon.
Tilboðið um marknaðarføring kom kortini til teirra frá heldur óvæntaðum staði: SMS í Havn. Møguleiki varð nevniliga at fara á sølutorgið har at vísa fram og selja glarlist teirra nakað undan jólum í 2002.
- Eg veit ikki, hvat hendi. Men har komu tíðindafólk og fjølmiðlar rennandi og vildu hava okkum at greiða frá hesum. Og soleiðis fingu fólk at vita at vit vóru til.
- Jú, hetta gjørdi sera góðan mun, sigur Elisabeth.
Eftirspurningurin vaks, og tey høvdu trupult at nøkta henda við bert einum einstøkum ovni. Nú er so ein ovnur komin aftrat.
Ikki ein belastningur
Uppi á Grind á Eiði halda verkstaðurin og framsýningin til, og er hann opin ávísar tíðir ella eftir avtalu.
Tað er tó serliga um summarið at fólk vitja her. Tá er nærum gerandissjón hjá eiðisfólki at onkur bussur stendur Uppi á Grind, har fólk í hópatali vitja inni í Glarlist og hyggja seg um og keyps føroyska glarlist.
Annars ber til at keypa vørur frá Glarlist á ymsum støðum kring landið. Sigast kann, at glarvørurnar av Eiði er væl umtóktar millum manna.
Fyrsta árið, tey høvdu opið royndist væl og annað árið uppaftur betri. Hóast sølan dalaði nakað í fjør, er Elisabeth kortini væl nøgd við úrslitið og arbeiðsgongdina.
- Vit ynskja at hava søluna á einum hóskandi støði, soleiðis at arbeiðið ikki gerst ein belastningur fyri okkum, sigur Elisabeth sum er farin um tey sjeyti árini.
Serliga nógv er at gera um summarið, men tað vísir seg at longu í apríl mánaði byrja tey fyrstu ferðafólkini at koma. Ofta vitja ferðafólk eisini, tá tað fer at líða til 1. september.
- Tá er ikki hugsingur um at fara í summarfrí. Hana taka vit vanliga í november og desember mánaði, sigur Elisabeth.
Nýggj framleiðsla
Ein so virkin kvinna sum Elisabeth ynskir alla tíðina at hava okkurt nýtt at bjóða fram til kundarnar. Tí ger hon eisini nógv av at fara á skeið fyri at fáa íblástur til arbeiðið.
Umframt skeiðini og undirvísingina, sum er nevnd aðrastaðni á síðuni, hevur Elisabeth eisini verið á íbirtaraskeið fyri kvinnur, sum ætlaðu sær undir eitthvørt vinnuligt virksemi.
Seinni í hesum mánaðinum skal hon aftur á skeið, hesa ferð í gerð av smúkkum.
- Eg havi ein ovn at gera smúkkur við. Og fólk eru eisini so smátt farin at spyrja eftir smúkkum.
- So nú ynski eg at fáa meiri at vita um hetta, sigur Elisabeth.
Smúkkuovnurin er langt síðani fingin í hús. Nú bíða vit bara spent eftir, nær føroyskar smúkkur av Eiði verða at síggja í handlinum!
- Ikki sita fyri einki
Elisabeth og maðurin, Páll høvdu búð í Danmark meginpartin av lívi teirra, og vóru so smátt farin at nærkast eftirlønaraldri. Spurningurin kom tá upp teirra millum: Hvat skulu vit gera, tá vit fara frá fyri aldur?
Elisabeth sjálv var útlærd sum sjúkrasystir, og hevði í sínum arbeiði arbeitt innan mong ymisk øki - m.a. heimarøktina, psykiatri’ina, eins og hon hevði verið leiðari á einum røktarheimi.
Í øllum arbeiðum sínum hevði Elisabeth sæð tann eina møguleikan sum eldri fólk høvdu fyri at forfella, um tey bert sótu óvirkin og trillaðu tumlarnar heima ella á stovni. Sum sjúkrasystir visti hon hinvegin, at fingu tey okkurt munagott at takast við, kundi lívsdygd teirra bæði bøtast og varðveitast í langa tíð.
- Vit ynsktu sjálvi at gerast gomul í Føroyum, men vit vildu ikki bara sita fyri einki. Vit vildu hava okkurt munagott at gera, greiðir Elisabeth frá. Avgerðin varð seinni tikin um at flyta heim til Føroyar at fremja eina av ætlanum teirra.
Spennandi ítriv
Elisabeth var byrjað nøkur ár frammanundan at arbeiða við glasi. Hetta arbeiðið hugtók hana so nógv at hon so líðandi minkaði um arbeiðstíð sína, fyri at kasta seg út yvir hetta spennandi ítrivið.
Árini frá 1990 og frameftir fekk hon undirvísing í, hvussu ein teknar, málar og ger grafikk hjá myndahøggaranum og listamálaranum Pierre Gaborit.
Tey seinastu 10 árini hevur hon so arbeitt við ovnforming, máling og sandstoyping í glasi við frálæru hon fekk frá glarlistakvinnuni, Else Willumsgaard.
Ja, Elisabeth fekk ikki bert undirvísing og varð undirvíst, hon hevði eisini ein hóp av framsýningum á stovnum og í listafeløgum í Danmark.
Men í 2001 var tíðin komin til at fullføra dreymin um at lata upp egnan verkstað í Føroyum. Og hetta eydnaðist henni at fremja í november mánaði 2002, tá Glarlist lat upp á Eiði.