³Se Venedig og dø², syngur kend donsk songkvinna. Tað er eingin ivi um, at hesin kendi býurin í Italia er nakað heilt serligt. Venedig ella Venesia, sum hann eitur á føroyskum, er ein av teim fáu býunum í heiminum, sum kann rópast einastandandi. Býurin hevur stríðst ímóti lagnuni og hevur yvirlivað á eini røð av sandbakkum í flóðini í Adriatarahavinum, har flóðaldur ikki eru sjáldsamir gestir. Í farnu viku beyð danska flogfelagið Maersk Air donskum og føroyskum tíðindafólki til Venesia. Roknskapurin fyri farna ár skuldi almannakunngerast fyri fjølmiðlunum, og hví ikki leggja turr tøl á borðið í einum heitum ráðstevnuhøli í Venesia sum á einum tilvildarligum hotelli í Danmark.
Tað var nú ikki heilt av tilvild, at leiðslan í Maersk Air valdi Venesia sum karm um tíðindafundin. Venesia telist millum nýggjastu ferðamálini sum Maersk Air flýgur til, og við at bjóða til tíðindafund á hesum kenda stað, kundu tvær flugur sláast í einum. Millum sekstan garvað og ferðaroynd tíðindafólk umboðandi tey størstu donsku bløðini sótu vit, tvey umboð fyri tey bæði stóru føroysku bløðini, hósdagin í farnu viku umvegis Kastrup á veg til Venesia, har vit skuldu steðga í gott og væl eitt samdøgur.
Grannin ger vart við seg
Tað var longu meðan vit sótu í flogfarinum, áðrenn vit sleptu danska høvuðsstaðnum, at tað gjørdist greitt, hvussu nær vit skuldu til krígsherjaða økið niðri á Balkan. Flogfarið kundi ikki fara til ásettu tíð, tí ferðslan í økinum, har Venesia liggur í norður Italia er bert 100 kilometrar frá flogvøllinum, har NATO-flogførini í krígnum móti jugoslavum, halda til. Seinni greiddi ein ferðaleiðari á staðnum frá, at NATO-flogførini hoyrdust um náttina. Flogrutan hjá Maersk Air til Venesia byrjaði í somu viku sum kríggið á Balkan byrjaði, og so at siga eingin fráferð hevur verið til ásettu tíð.
Tá ið vit komu til Venesia sást skilliga, at italiumenn ikki eru so fegnir um álopini hjá teim sameindu í hernaðarsamgonguni á Jugoslavia. Á søguligum bygningum, kirkjum og aðra staðni sóust gul uppsløg og skelti, ið góvu boð um at steðga krígnum. Og í gøtumyndini sást ein biddarakona, ið var avvarðandi hjá einum falnum í krígnum, sum við bønandi eygum bað um nøkur oyru mat.
Tá ið tú ferðast fyri fyrstu ferð í hesum býnum, undrast tú á, hvussu lítil býurin í grundini er. Tað tekur bert 35 minuttir at ganga frá norðara partinum av býnum til tann sunnara. Sum ferðandi er tað eitt stórt upplivilisi at ganga runt í býnum, og uppliva, at tú kanst ganga runt í gøtunum uttan at verða órógvaður av skjóttkoyrandi bilum ella øðrum akførum. Men tað er lætt at missa yvirlitið yvir, hvar tú ert í býnum, tí gøturnar eru nógvar og krókutar, og tær líkjast allar. Tí er eitt býarkort avgjørt ein fyrimunur, fyri ikki at siga treyt fyri ikki at villast.
San Marco er størsta marknaðarplássið í Venesia. Á hesum plássi halda umframt milliónir av dúgvum, nógvir gøtuseljarar til, og plássið er á tremur við fólki. Framvið eru smáar kaffistovur, borð og stólar uttandura, og í tí fjara hoyrast vakrir klassiskir tónar. Napoleon keisari rópti plássið "vakrasta stovan í Europa". Í økinum rundan um liggur ørgrynna av dýrum hotellum og handlum, umframt aldargamlar kirkjur og sjónleikarhús. Harry¹s Bar er ein hin kendasta barrin í Venesia, kend fyri sínar drykkir, carpaccio og amerikonsku kundar, ið koma hagar dagliga. Ernest Hemingway kom javnan har, eftir at hava verið á veiðiferð. Handlar, ið selja kendar merkjavørur innan mótaverðina, liggja í nánd av San Marco. Ørgrynna av matstovum, fínum og minni fínum, eru í býnum, og nógvar borðreiða við øllum góðum úr havinum.
Sum í øðrum býum í Europa mynda lítlar sølubúðir gøtumyndina. Alla staðni, har tú gongur, úti á teim stóru marknaðarplássunum ella í teim smølu og krókutu gøtunum, standa fólk og selja eitthvørt. Nógv er tað sama og prísurin tykist vera avtalaður. Tað er ringt á eini so stuttari ferð sum hesari at venja seg við liran sum gjaldoyra. Sløk hálv onnur miljón lirar er 5000 føroyskar krónur. Undan ferðini fekst at vita, at kostnaðarstøðið í Venesia liggur á somu leið sum vit kenna tað í Norðurlondum. Men tá ið tú sært tey nógvu nullini ivast tú. Og fyri - sum skilst - at gera alt lættari nevna italiumenn ikki tey nógvu nullini, tá ið tú spyrt, hvat okkurt kostar. Kostar ein blusa 79.000 lirar siga tey 79.
Sølumenninir eru ikki so ágangandi sum teir eru aðrastaðni. Tú kanst í friði og náðum ganga fram við uttan at verða álopin av fólki, ið vilja selja tær eitthvørt tinganest.
Harafturímóti eru førararnir í gondolunum meiri áleypandi. Kappingin er eftir øllum at døma hørð, og prísurin ymiskur, alt eftir árstíðini og hvussu stórur eftirspurningurin er. Í býnum eru 420 gondolir, nógvar sera væl útgjørdar og vakrar. Førararnir á teirri vit royndu gjørdi 5-6 túrar um dagin. Eftir rásunum fram við teim kendu og søguligu støðunum og bygningunum. Framvið við húsunum, har Marco Polo varð føddur í 1254, og framvið palassinum hjá kvinnuforføraranum yvir øllum øðrum Casanova. Marco Polo fór úr Venesia sum 18 ára gamal, og tá ið hann kom heim í 1295 hevði hann ørgrynnu av dýrgripum við frá nógvu ferðum sínum. Venesiubúgvar eru munandi ernari av Marco Polo í dag enn teir vóru á hansara døgum. Eingin trúi hesum manninum, ið hevði verið í tænastu hjá Kublai Khan keisara í 20 ár og sum hevði ferðast so víða.
Perlurøð av palassum
Tú fært bestu myndina av kendu Canal Grande ella Canalazzo, sum italiumenn kalla hana, í eini gondol. Henda rásin, sum úr erva sær út sum eitt stórt S, flýtur ígjøgnum hjartað í býnum. Líka síðani heimsveldið varð stovnað, hevur henda kanalin verið høvuðsferðsluæðrin í býnum. Henda dagin, vit vitjaðu, stóð rámur roykur úr kanalini og vatnið var grønligt, men gondolførarin vissaði okkum um, at vatnið skifti við sjóganginum.
Framvið krókutu kanalini sæst ein perlurøð av palassum og øðrum prýðiligum húsum, sum eru bygd yvir 500 ár. Hóast áhaldandi og munandi umvælingar eru marmorveggirnir niðurslitnir og fundamentini, sum bygningarnir standa á, máaðir burtur av sjóganginum. Men Canal Grande er framvegis sum Karl VIII av Fraklandi segði í 1495, "heimsins vakrasta gøta".
Gondolførararnir ella gondoliarnir eru ein partur av súmbolikkinum og mýtologiini í Venesia. Sambært einum lokalum halgimenni eru gondoliarnir føddir við svimjihúð millum tærnar, soleiðis at teir betur kunnu ganga á sjónum. Innlitið og kunnleikin til kanalirnar í býnum gongur frá faðiri til son, og sjón fyri søgn er, at hetta er ein vinna, har bert menn arbeiða.
Gondolirnar eru við smala skrokkinum og flata botninum sera væl egnaðar til sigling eftir smølum kanalum. Ein túrur við á eini gondol er avgjørt ein týdningarmikil liður í upplivingini av Venesia. Tú fært eina heilt aðra mynd av býnum við at sigla framvið teim høgu húsunum, ið hava staðið har í 300-400 ár. Aftan fyri nógvu húsaveggirnar búgva familjur, gomul og ung, men tú kanst ikki lata vera við at hugsa, hvussu ungar familjur við børnum bera seg at fyri at halda børnini frá at detta útí. Har eru ongar verjur ella annað til at taka, um óhappið hendir. Tað eru kortini serliga eldri fólk, ið búgva í sjálvum býnum. Miðalaldurin á íbúgvunum er 50 ár. Ung og børn eru sjáldsom í býarmyndini, tey búgva fyri stóran part í stóru grannabýunum. Umleið 70.000 fólk búgva í Venesia. Í 1950 búðu 150.000 fólk har. Síðani eru húsaprísirnir dýrkaðir so mikið, at ein familja við eini vanligari inntøku hevur ongan livandi møguleika at keypa sær íbúð ella hús.
Trygd ikki ein býur í Italia
Trygd og trygdarviðurskifti yvirhøvur tykjast at vera nakað, italiumenn ikki brýggja seg so nógv um. Gamaní stendur á taxabátunum, ið sigla millum húsini og úr einum býarparti í annan, at báturin bert tekur eitt ávíst tal av fólki. Henda reglan verður hildin, men trygdarvestar ella trygd yvirhøvur í hesum opnu bátunum er eingin. Tá ið førararnir á bátunum afturat sigla kapp uttan at taka nøkur fyrilit fyri teim ræddu og skøkku ferðafólkunum umborð, veitst tú ikki, um tú ert keyptur ella seldur. Og læt meg undirstrika, at tilkomnu fólkini, ið sótu undir liðini á mær og sum eru úti og ferðast fleiri ferðir um árið, kendu tað á sama hátt.
Tá ið um harðskap og kriminalitet umræður telist Venesia sambært ferðaleiðaranum ikki millum teir europeisku býir, har tjóvar og brotsmenn herja mest á. Í so máta er Venesia millum friðaligastu býirnar í Europa. Lummatjóvar eru kortini har sum alla aðra staðni, og tí er altíð skilagott at hugsa seg væl um, hvat tú hevur við í viðførinum, tá ið tú fert í býin, ella hvat tú letur vera eftir á hotellinum.
Væl umtóktur ferðavinnubýur
Umleið 12 milliónir ferðafólk vitja á hvørjum ári Venesia. Tey fylla skjótt smølu gøturnar í býnum, og bíðirøðirnar at sleppa inn í kirkjur og forngripasøvn eru langar. Hetta er býurin fram um nógvar aðrar europeiskar býir, har forelskað pør leita til á brúðarferð. Tey síggjast væl í býarmyndini, og á teirri størstu brúnni í býnum stóðu brúðarpør í røð fyri at taka mynd.
Veðurlagið í Venesia er sum vera man ógvuliga gott. Hesa fyrstu vikuna í juni lá hitin oman fyri 30 hitastig, sum er nakað óvanligt so tíðliga á sumri. Heitastu mánaðirnir eru juli og august.
Úr Føroyum eru bert fáir flúgvitímar til Venesia. Maersk Air hevur síðani seinast í mars flogið hvønn dag til Venesia, og longu nú eru uml. 70% av ferðunum henda mánaðin útselt. Tað er torført at fáa innivist á hotelli ella gistinarhúsi um summarið, tí er umráðandi at bíleggja í góðari tíð.