Hugtakandi og nostalgisk jól á Tvøroyri

Tvøroyrar Kommuna saman við úrmælinginum Johan Holm Simonsen hava gjørt eitt sera stórt arbeiði við at jólapríða gomlu bygningarnar á Tvøroyri; Faktorshúsini, Krambúðin hjá Thomsen, Gl. Doktarahúsið og Gestastovan.

 

Tað er ein sonn fragd at vitja hesi jólaprýddu hús og tú veruliga verður tikin aftur til eina tíð tá Jolini vóru tann stóra høgtíðin. Eisini stuttligt at tosa við væluppløgdu fólkini sum vara av framsýningunum og søluni. Stórt rós til tey øll.

 

Ótrúliga forkunnugt at síggja hvussu nogv er fingið burtur næstelsta hotellinum í Føroyum, bygt í 1843 !

 

Mínar røtur eru Undan Heygnum á Tvøroyri og tað var ein løgin kensla at standa við uppruna diskin í Krambúðini hjá Thomsen, bygdur í 1846,  har mínir ættfedrar og næstrafólk hava staðið.

 

Eisini tankavekjandi at síggja plátina  við øllum lyklunum hjá Thomsen, eitt minni um virkisfúsa fólkið á Tvøroyri og allari Suðuroynni.

 

Á jólum er tíðin tá ein minnist og tankarnir hava frítt at fara. Út aftur komin ur Krambúðini og tú spákar í myrkrinum fram við gomlu bygningunum fær tú eitt veruligt flash back aftur til tíðina tá Tvøroyri var høvuðsstaður Føroya og tað var hagar fólk leitaði at vinna og seta bústað.

 

Tvøroyri hugdi ikki norðureftir móti Havnini, nei, tað var hugt suður í hav eftir vinnumøgulleikum og mentan, og tey fingu alheimin til Tvøroyri sum blómaði i mong ár.

 

Alt kemur aftur sigur Prædikarin – latum okur gera Tvøroyri Stórt Aftur.

 

Gleðilig Jól

 

Johan Mortensen

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##