Hull City tryggjaði sær sætið í Premier League

Sigursmálið var skotið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Mynd: Ritzau Scanpix

Gamla liðið hjá Julian Johnsson, Hull City hevur tryggjað sær sætið í Premier League komandi kappingarár.

 

Middlesbrough var favorittur hjá veddingarfyritøkunum undan uppflytingarfinaluni á Wembley leikvøllinum í London.

 

Middlesbrough hevði bóltin 68 prosent av tíðini, men teir fingu lítið gagn av tí. Middlesbrough hevði 13 royndir á málið hjá Hull, men ikki ein av teimum var innanfyri málrammurnar. 

 

Hull City hevði tvær málroyndir innanfyri málrammurnar, og onnur sat í netinum fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Sigursmálskjútti og stóra hetjan hjá Hull gjørdist Oli McBurnie. 

 

Hull hevur ikki kappast í Premier League síðani kappingarárið 2016-2017. Tá endaðu teir á triðaftasta plássinum í deildini. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix