Millum annað verður ført fram í eini yvirlýsing har yvir 300 persónar hava sett navn undir at Føroyar eru eitt humanistiskt og demokratiskt samfelag og víst verður á at ongar átrúnaðarligar skriftir eiga at ávirka lógarverkið.
Hetta er sera álvarsamt og vil m.a. siga at Gud orð ikki eigur at vera grundarlag undir lógum okkara.
Humanisma merkir kort og greitt at seta menniskja fram um alt.
Tá Jesus varð spurdur um, hvat var hitt stóra boðið í lógini svaraði hann: Tú skalt elska Harrans Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum. Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir. (Matteus 22, 37-40).
Tað seinna av hesum boðum hóskar humanismuni sera væl, men ógvuliga snildisliga verður tað, sum Jesus nevndi fyrst ikki tikið við. Tað vil við øðrum orðum siga, at skapningurin verður tikin fram um skaparan, fyri at vísa á hvat tað kann hava við sær, loyvi eg mær at sitera fylgjandi úr Nýggja testamenti:
Tí hóvast tey kendu Gud Ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki; í dárahjarta teirra gjørdist myrkt? Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dyrkaðu skapningin fram um Skaparan? Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu um hin náttúrliga umgangin við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini mennirnir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lystum sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum? Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, gav Gud tey eisini upp til sinni, ið einki er vert, at gera tað, sum ósømuligt er. (Hetta eru brot úr Rómbrævinum kap. 1 frá vers 21 og víðari).
Tað kemur ikki mær við hvussu onnur liva og hvat tey gera. Men um lóg kemur í gildi í Føroyum, sum beinleiðis elvir til fremjan av tí, ið Guds orð ávarar so staðiliga ímóti, tá verður av sonnum grund til at siga: Grát mítt elskaða land.