Hundafangarin fær sín egna sang: Hoyr nýtt lag hjá Grandma’s Basement her

Grandma’s Basement eru nú aftur klárir við nýggjum tónleiki. Nú útgevur bólkurin eitt nýtt og

spennandi staklag – hesa ferð við einum heldur óvanligum høvuðspersóni.

Hvussu blívur tann arbeiðssami hundafangarin høvuðspersónur í einum sangi?

 

Tað fáa lurtarar nú svarið upp á, tá Grandma’s Basement lata sítt nýggjasta staklag úr hondum.

 

Sangurin snýr seg um hundafangaran í Kvívík. Hann er kendur fyri at verða óførur til sítt arbeiði - so óførur at hann altíð megnar at fanga allar hundarnar í bygdini. Men hvar enda hundarnir, og hví koma teir ikki aftur?

 

Hvar eru border collie hjá Sáru og chihuahua hjá Kláru? Hetta vilja fólkini, í bygdini, hava svar uppá.

 

Klaksvíksbólkurin er kendur fyri at skriva stuttligar og fangandi sangir.

 

Sangirnir eru lættir at syngja og eru ofta skrivaðir í skemti, satiru og spei. Bólkurin er eisini kendur fyri sínar lívligu konsertir, har sangirnir altíð verða framførdir við einum skálkasmíli.

 

“Hundafangarin” kann nú hoyrast á stroymingartænastunum Spotify og Youtube.

 

##med2##

 

Manningin í Grandma’s Basement er:

 

Jón Jacobsen, sang

 

Rógvi á Tjaldrafløtt Olsen, el. gittar og sang

 

Símun Heimustovu, el. gittar og sang

 

Hans Andrias Jacobsen, el. gittar, kassagittar og sang

 

Jóannes Viðbjørg, bass

 

Thorvald Danielsen, trummur

 

Lindi Gardar, kassagittar og sang