Í dag hevur tilbúgvarleiðarin fyri Sløkkiliðið í Norðoyggjum, Finn Hansen, verið á gátt í Hvannasunds kommunu.
- Endamálið var endaliga at avhenda nýggja brandbilin, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu. Sostatt er gamli brandbilurin farin av økinum aftur.
Í Hvannasunds kommunu siga tey, at nýggi bilurin er serliga væl egnaður til alla tilbúgving í samband við stormskaðar og tílíkt.
- Tilbúgvingarnevndin í Norðoyggjum samtykti at raðfesta nýggjan brandbil til økið í tronganum á fíggjarætlanini til inniverandi ár, og í dag varð hendan raðfestingin avgreidd.
Lagt verður, at gamli bilurin hevur tænt fyri seg, og í Hvannasunds kommunu vóna tey, at nýggi bilurin kemur at tæna økinum eins væl, og tann gamli.
##med2##












