Hundalív
Sørvági:
Leysir hundar eru til stóran ampa fyri húsdjór í Sørvági. Bæði flogfenaður og seyður er dripin av leysum hundum, og spurningurin er bara, nær børnini fara at standa fyri tørni, sigur Rodmund á Kelduni, sum hevur mist bæði seyð og fugl.
Í fjør drap ein hundur eitt smálamb inni í seyðahúsinum hjá Rodmundi. Húsið var læst, men onkusvegna var hundurin so sloppin inn.
Ta ferðina fekk Rodmund endurgjald frá hundaeigaranum fyri lambið. Men aftur í heyst, eftir at seyðurin var komin innaftur, var sami hundur aftur í húsinnum. Hesaferð saman við einum smábarni, sum hevði latið upp. Hesa seinnu ferðina kom Rodmund sjálvur so mikið tíðliga uppí, at hann fekk hundin útaftur, áðrenn hann gjørdi skaða.
?Men hundurin var á veg inn í sjálvt seyðarúmið, tá eg fekk hendur á hann, greiðir Rodmund frá. Eg misti hann aftur, men meldaði til løgregluna. Tað gekk so rúm tíð, áðrenn nakað svar kom haðani. Tá tað so kom, fekk eg bara at vita, at tað var ov lítið at reisa nakað sakarmál uppá.
Fleiri dripin
Tað liggur ein deyður dunnusteggi í túninum. Ryggurin er skræddur upp, og tøkutenn av hundi síggjast tíðuliga millum herðabløðini. Eisini á høvdinum eru merki av biti.
?Soleiðis gongur tað fyri seg, sigur Rodmund á Kelduni og tekur deyða steggjan upp. Hesin kann bara koyrast í ruskílatið.
Nú er tíð uppá, at tað verður gjørt nakað við hetta annað enn bara tosað, sum tað vanliga plagar at vera. Tí tosað er nógv um leysar hundar. Ikki bara í Sørvági, men um tað heila land. Men tað vísir seg at vera ógvuliga ringt at koma til nakað ítøkiligt, sigur hann.
Hann sigur, at hann er ikki tann einasti, sum mist hevur kríatúr á hendan hátt. Fyri stuttum varð ein gásasteggi dripin á eini trøð í Sørvági. Eisini av hundi.
Men tað, sum kanska upp aftur verri er, greiðir hann frá, er at menn siga seg finna ryggbrotnan seyð í haganum. Eisini teir hava hug at halda, at hundar hava verið uppií.
?Tá teir fara eftir vaksnum seyði, kann vera so øgiliga skjótt, at eitt smábarn stendur fyri tørni. Og so er rættiliga galið.
Politisk viðgerð
Rodmund á Kelduni sigur, at hann hevur fleiri ferðir tosað við bæði bygdarráðið og sýslumannin um málið, men har er einki ítøkiligt hent.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, váttar, at málið er komið til Sørvágs Kommunu, og at tað eisini hevur verið til viðgerðar og er avgreitt víðari til sýslumannin. Haðani er tað so ikki afturkomið, sigur hann.
Sørvágs Kommuna hevur samtykt at seta hundafangara, eins og kommunan eisini hevur høli klár at hava hundar í, sum upptiknir verða, sigur borgarstjórin. Eitt uppskot til kunngerð er gjørt.
Men alt skal góðkennast av løgregluni. Tí er málið sent sýslumanninum, men haðani er tað ikki afturkomið, sigur hann.
Á bygdarráðsfundi 12. december í fjør samtykti bygdarráðið, at orða kunngerð um leysgangandi hundar í Sørvágs Kommunu.
Uppskotið er sent sýslumanninum í Vágum til ummælis tann annan januar í ár, men er ikki afturkomið haðani, siga bæði borgarstjórin og avgreiðlan á kommunuskrivstovuni í Sørvági.
Regin Jespersen, sýslumaðurr í Vágum, sum hevur fingið uppskotið til ummælis, er staddur uttanlands, og tað eydnaðist ikki at hitta hann, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Setti sýslumaðurin í Vágum sigur, at hann kennir ikki til málið, og kann tí ikki gera nakra viðmerking til tað.