Hundur dripin av likkum

Ein lítil Yorkshire Terrier hundur í Cornwall varð dripin av likkum. Hundaeigarin er skelkað

Í Onglandi, eins og í Føroyum og aðrastaðni við er tað ein sannroynd, at likkurnar eru mangar í tali, og tær eru svangar, og tær eru í sínari svongd blivnar meiri aggresivar. Tað er eisini staðfest millum manna í Føroyum

 

Í Cornwall, landslutinum í suðurvestur-Onglandi fór fram ein skelkandi tilburður fyrradagin. 36 ára gamla Emily Vincent átti ein Yorkshire Terrier, sum hon og ára gamla dótturin elskaðu yvir alt. Men neyðars Roo, sum hundurin æt er ikki teirra millum longur.

 

Á myndini sæst Roo á einum av teimum seinastu myndunum Emily Vincent tók av honum.

 

Fyrradagin upplivdu Emily Vincent, og bert trý ára gamla dótturin, at nakrar likkur, sum hava bygt sær reiður undir tekkjuni hjá Emily lupu á neyðars Roo. Roo varð so illa løstaður, at hann doyði. Emily og lítla dótturin óttast nú fyri, at tær nú eisini kunnu verða álopnar.

 

Emily Vincent greiðir frá í samrøðu við BBC, at Roo varð ein fittur og friðarligur hundur, sum aldrin kundi gjørt nøkrum mein, og somikið størri er skelkurin. Emily Vincent sigur við BBC, at tað var, sum at uppliva eina mordscenu í einum filmi, so skelkandi varð løtan, tá neyðars Roo lá deyður í túninum. 

 

Emily Vincent er vónbrotin av lokala stýrunum í Cornwall, sum sigur, at einki kann verða gjørt fyri at minka um talið av likkum. Parlamentslimurin fyri Cornwall, tann konservativi Steve Double ætlar tó, at okkurt skal henda. Hann hevur skrivað til umhvørvisráðharran, Elizabeth Truss fyri at fáa hana at kanna hvat kann verða gjørt fyri at fáa talið av likkum í Cornwall niður á eitt hóskandi støði.

 

Ivasamt er tó, um konservativa stjórnin fær gjørt nakað, tí sonevndir djóraverndarfelagsskapir tykjast at seta dagsskránna allastaðni í Evropa, uttan í Føroyum, Noregi og Íslandi, enn. 

 

Emily Vincent hevur heitt á lokalstýrið í Cornwall um at fjerna likkurnar. Men tey í lokalstýrinum siga, at tey kunnu einki gera, tí likkurnar eru friðaðar. Ella sagt við øðrum orðum: likkurnar hava størri rættindi enn fólkið, sum býr í Cornwall.