Síðani norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-il doyði í desember, er eingin neyðhjálp komin til Norðurkorea, og avleiðingin av tí er, at landið er hótt av álvarssamari hungursneyð.
-Um USA, Danmark og onnur lond illa trífalda sína hjálp til Norðurkorea, fara millum 400.000 og 500.000 fólk at doyggja í hungri, sigur Kim Hartzner við danska kringvarpið. Hann arbeiðir hjá hjálparfelagsskapinum Mission Øst, ið er ein av teimum fáu felagsskapunum, sum virkar í Norðurkorea.
Kim Hartzner sigur, at hóast Norðurkorea hevur verið púra afturlatið síðani valdsskiftið í síðsta mánað, kann tað fara at vísa seg, at júst valdsskiftið fer at gera, at tað líðandi fólkið kann fáa hjálp.
-Vit hava ongantíð havt so rúmar ræsur í Norðurkorea sum nú. Vit sleppa at taka myndir av okkara goymslum og at gera tilvildarligar royndir. Vit hava eisini fingið loyvi til at vitja støð uttan stórvegis fyrireikingar. Slíkt hevði verið púra óhugsandi fyri tveimum ella trimum árum síðani, sigur Kim Hartzner við DR.