Silja Star legði frá landi í Vestmanna um hálvgum tíggjutíðina við kós móti stórbæru náttúruni undir Vestamannabjørgunum.
Hóast ættin var ikki hin besta og túrurin tískil gjørdist rættiliga harðbalaður, lótust kongshjúnini ikki um vón. Við fullari ferð pressaði Silja Star vesturum, so skúmið stóð um stevnið.
Margretha Drotning tóktist bergtikin av bjørgunum, men var ikki so íðin at heilsa upp á mongu føroysku og donsku myndafólkini, sum lógu í einum minni báti undir liðini á Silju Star. Øðrvísi var við Heindrikki Prinsi, sum lættsintur veitraði og tók myndir - bæði av náttúruni og av vinfólkum umborð. Einu løtuna lá hann skerflatur á lastalúkuni og tók myndir upp í loft. Ivaleyst frágera góðar myndir.
Frá Vestmannabjørgunum var farið út í Koltur, har bóndahjúnini, í dýrdarveðri, tóku ímóti stóra fylginum. Har gekk leiðin út í gamla býlingin og í elstu húsini, Niðri í Húsi, sum eru vorðin høvuðsumvæld. Niðri í Húsi naglaði prinsgemalurin eina plátu á brósti, sum tøkk fyri stuðul frá kongshúsinum.
Inni í fínu hvíttskúraðu stovuni var borðreitt til tíggju við føroyskum mati úr sjógvi og landi. Allur maturin var úr Koltri, eins og lokali hvannasnapsurin, sum varð boðin runt – ein til hvørt beinið. Í Koltri var hennara hátign meira áhugað í at heilsa upp á fólk og at verða avmyndað, enn undir Vestmannabjørgunum.
Túrurin í Koltri hepnaðist væl á allan hátt og vardi í úti við tveir tímar. Haðani varð siglt aftur um Hestoynna, har Norðlýsið, verjuskipini og aðrir bátar lógu klárir at taka ímóti. Inni í Klæmintsgjógv var forkunnug og dragandi tónleikaframførsla, sum hugtók fjøldina.
Næsti steðgur var á Bakkafrost í Eysturoynni, har tey høvdu gjørt nógv burtur úr at vísa og bjóða fylginum ymsan mat úr fiski. Serliga var Hendrikkur prinsur sera forliptur í laksinum, varð sagt av Bakkafrost.
--
Myndatekstir:
1
Børnini í Koltri í føroyskum klæðum við einari gávu til ommubørnini hjá Drotningini. Í posunum eru kongaspøl úr seyðabeinum.
2
Á Bakkafrost varð borðreitt við øllum góðum úr havinum.
3
Skúmið stóð um stevnið, tá Silja Star stevndi vesturum undir Vestmannabjørgini.
4
Hetta var ikki fyrsta kongaliga vitjanin undir 313 metrar høga Trøllkonufingri. Sagt verður, at prinsurin, sum seinni gjørdist Fríðrikkur 7., varð sendur til Føroyar í 1840unum, tí hann skikkaði sær so illa í Keypmannahavn. Tá prinsurin vitjaði Trøllkonufingur, klintraði ein ungur koltursmaður upp í drangan og datt oman. Drongurin doyði.
5
Ein vakur og glaður dagur í Koltri.
6
Drotningin gav smágentuni eina blómu úr tyssinum.
7
Soleiðis gera fuglarnir! Drotningin undir Vestmannabjørgum.
8
Teimum kongaligu dámdu væl laksin á Bakkafrost.