Nú royndin at fremja størstu kommunusameining í Føroya søgu er við at koma undir land, er spurningurin um hví Eiðis kommuna ikki er við rættuliga komin í brennidepilin. Hendan fokuseringin er rættuliga óheppin, tí spurninguin hevur ikki verið aktuellur fyri partarnar.
Kommunurnar í Sundalagnum hava samstarvað síðan 1985. Í 2001bleiv lagt upp til at víðka samstarvið til at fevna um fleir málsøki. Ein víðkan av samstarvinum til fleiri málsøki kom at merkja, at sjálvræðið hjá kommununum fór at blíva skert munandi og tí komu kommunurnar til ta niðurstøðu at tær eins væl kundu royna sameining.
Tá Eiðis kommuna ikki hevur verið við í hesi gongdini, er tað heilt natúrligt at hon ikki er við í samráðingunum um sameining.
Eiðis kommuna hevur fyrr verið boðin við í samstarvið, men teir hava ikki tikið av, tí hildu vit ikki at tað var realistiskt at royna at taka Eiðis kommunu við. Eitt samstarv við Eiðis kommunu er Felagsskúlin á Oyrarbakka og hevur hetta stóran týdning fyri øki.
Aðrar kommunur hava vent sær til okkara fyri at fáa innlit í samráðingarleistin og tað hava tær fingið, men Eiðis kommuna hevur als ikki víst málinum ans. Tá aðrar kommunur hava vitað um og víst áhuga fyri kommunusameiningini, er tað løgið at Eiðis kommuna skal vera púra óvitandi.
Eiðis kommuna hevur í løtuni eftir øllum at døma nóg mikið í sær sjálvum og tað respektera vit.
Vit hava havt samband við Eiðis kommunu um samstarv og niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvussu tað hevur gingist:
Royndir hava verið gjørdar at fáa Eiðis kommunu við í samstarvið millum kommunurnar í Sundalagnum síðan 1988, tó uttan úrslit. Í november 1994 tekur Eiðis kommuna støðu, har hon ger greitt at teir vilja ikki koma upp í samstarvið, grundgevingin er at teir vilja bíða eftir hvat landsstýrið ger við kommunubygnaðin sum heild.
Landsstýrið hevur onki gjørt við kommunubygnaðin og vit mugu tí ganga út frá at Eiðis kommuna hevur somu støðu enn. Í hvussu so er hevur hon ikki givið til kennar at nakað er broytt.
Eiðis kommuna var boðin at koma við í samstarvið um Røktarheimið í Streymnesi, svarið kom í juni 2000 og var noktandi.
Í 2002 var ein roynd gjørd at fáa ein felags sáttmála um læknahølini á Eiði og við Streymin. Eiðis kommunua kundi ikki góðtaka sáttmálan uttan at hinar kommunurnar gingu við til at læknin altíð skal vera 3 dagar um vikuna á Eiði. Tá tað ikki eru kommunurnar sum seta læknan er ein slík treyt óviðkomandi, grundað á at tað læknin sum av sínum eintingum avger hvussu viðtalan skal lagast eftir tørvinum.
Hugburðurin yvirhøvur millum politikar í kommunufelagsskapinum er at Eiðis kommuna er altíð vælkomin við, tó undir somu treytum sum hinar kommunurnar.