Eivind Jacobsen
Form., Hondbóltssamband Føroya
Tað var soleiðis at í kappingarárinum 2003/04 avgjørdi kappingarnevndin at broyta vanligu mannagongdina fyri uppflyting í 1. deild.
Áðrenn kappingina 2003/04 var lýst til eykaaðalfund við bert einum punkti á skránni, sum var, at Tjaldur ynskti at sleppa undan at luttaka í 1. deild hjá monnum. (Nú vita vit, at tað helst ikki var neyðugt, við hesum fundi. Men nýbyrjaða starvsnevndin visti ikki betur. Tað funnust jú ongar skrivligar reglur) Øll vóru samd um at Tjaldur kundi sleppa undan at luttaka.
Men síðan bleiv tosa aftur og fram um ymiskt. M.a. um uppflyting til 1. deild. Úrslitið av hesum práti var, at tá kappingarskipanin kom út, stó har at lesa, at lið sum ikki enda fremst í 2. deild kunnu ikki flyta upp. Hetta viðførdi at Tjaldur misti møguleikan at spæla um uppflyting til 1. deild, sum teir annars høvdu havt eftir gomlu reglunum. Mikið stríð hevur síðan verið um hesa avgerð. Avgerðin var tikin við grundarlag í einum fundi millum feløgini, har sum ikki eina ferð, eingin veit hvat semja var um.
Vit í starvsnevndini høvdu onki við málið at gera. Sum lógirnar vóru tá, svaraði kappingarnevndin bert til aðalfundin. Tí hevði kappingarnevndin fulla heimild at taka hesa avgerð uttan at spyrja nakran. Kappingarnevndin hevði eisini heimild til at gerða júst tað, sum hon vil. Lógin bleiv tó broytt á aðalfundinum 29. mai 2004. Nú er tað starvsnevndin sum velur kappingarnevndina og tí óbeinleiðis hevur fingið tað vald, sum kappingarnevndin hevði fyrr.
Men tað slepst ikki undan, at hendan avgerð, sum ikki var á skránni til aðalfundin, gjørdi at Tjaldur misti rættin til ein uppflytingardyst. Men kappingarnevndin hevði heimild at taka hesa støðu!! Hóast hetta er at taka rættin frá onkrum. Um hetta ikki var gjørt høvdu 7 lið verið í Sunset-kappingini og Kyndil óiva verið í 2. deild hjá kvinnum. (Tjaldur hevði avtalu um útlendskan styrk til uppflytingardystirnar)
Nógv varð sagt og skriva orsaka av hesum. Óiva er hetta høvuðsorsøkin til til tað rokan, sum er í dag um aðalfundin 29. mai.
Til aðalfundin 29. mai hevði Tjaldur uppskot um at minka talið av liðum í 1. deild hjá kvinnum niður í 6 lið. Fundarstjórin vísti á, at sum lógirnar hjá HSF vóru, kundi aðalfundurin ikki samtykkja hvussu nógv lið skuldu verða í deildini. Men aðalfundurin kundi gera eina áheitan til starvsnevndina, sum starvsnevndin ikki var bundin at fylgja. Tjaldur bjóðaði sær at taka uppskotið aftur, um teir fingu vissu fyri, at teir fingu ein uppflytingardyst ella at tað vóru 8 lið í 1. deild kappingarárið 2004/05. Undirritaði meinti at tað var gott at hava fleiri lið heldur enn færri. Eingin annar segði nakað. Eingin mótmælti hesum!!!!!!!!!!!! Tí tók Tjaldur sítt uppskot aftur. Vit í Starvsnevndini lovaðu sostatt Tjaldur á aðalfundinum, at teir luttóku í 1. deild kappingaárið 2004/05. Aftaná aðalfundi kann staðfestast at fleiri hava hoyrt hvat sagt varð. Men somuleiðis kann staðfestast, at tað eru fleiri, sum ikki hava hoyrt hetta.
Fjølmiðlarnir áttu at spurt hesi fólk (sum eru beinleiðis/óbeinleiðis keldur teirra) hvat fanin tey gera á fundi tá tey ikki vita hvat hendur á fundi. Og eisini kundu teir spurt um tey ikki skammast um at tey ikki vita hvat hendur á fundi. Og um tað ikki var rættari at tey hildu kjaft tá tey ikki vita hvat gongur fyri seg, tá tey eru til staðar!
Undirritaði sá annars hesa loysn sum eina Salomonska loysn á trupulleikanum við at stjala møguleikan frá Tjaldur til at leika í 1. deild og/ella at koyra Kyndil niður í 2. deild.
Liðini eru ov ójøvn!?
Ofta verður tosa um at kappingin er ov ójøvn. Og rætt er tað. Men hvat vilja vit. Okkurt ár hevur eitt lið vunnið allar dystirnar. Skulu vit tá bert hava eitt lið í bestu deildini og restina í næstbestu deildini? Hvar seta vit markið? Tað eru nógvar ymiskar meiningar og tí verður talan um at gera semjur.
Ferð eftir ferð gera fjølmiðlarnir viðmerkingar til at liðini eru ov ójøvn. Vinaliga haldi tykkum til leikin. Øll hava rætt at luttaka. Um fjølmiðlarnir ikki kunnu lata verða við at seta krøv til kappingina og dygd á liðum noyðast fjølmiðlarnir at hyggja at fortreytum. Sambært onkrum fjølmiðlum verður FM avgjørt á kommunustýrisfundi. Eisini má støðast takast til um Stjórin á Toll&Skatt og Landsstýrismaðurin vita hvat teir tosa um. Hví brúka feløg sum hava bæði menn og kvinnur allar sínar pengar upp á mennirnar og harvið oyðileggja kvinnukappingina? Kundi hent um fjølmiðlarnir skrivaðu tað teir vistu hevði kappingin verið munandi javnari enn hon er í dag. Tá øll kappast á jøvnum fóti kunnu fjølmiðlarnir aftur fara at tosa um dygd og tal av liðum. Men til tann dag eiga teir samstundis at tosa um fortreytirnar.
4 fundir um kappingina
Fyri at rætta misskiljingar um fundir skal eg nevna at aðalfundur var 29 mai. 2004. Síðan vóru tveir fundir seint í september. (minnist ikki dato) Á fyrsta fundinum vóru feløgini, eftir drúgt kjak, har fleiri kamelar skulu ?slúkast?, samd um at kappingin hjá kvinnum og monnum skuldi enda 9. apríl 2005. Hetta var gjørt við at rætta hondina upp. Skrivarin taldi og tóku øll feløgini undir við hesum. Tveir dagar aftaná fáa vit teldupost har onkur boðar frá, at tey vistu einki um at tey høvdu tikið undir við hesum á fundinum!!!!!!!!!!!!! Hetta eru umstøðurnar vit hava at arbeiða undir.
Rógvi Nielsen mótmælti á fundinum og eftir grein í Sosialinum og lobbyarbeiði skipaði Stjørnan fyri fundi millum feløgini. Hesin fundur var vikuna eftir hin fyrra fundin. Á hesum fundi samdust feløgini um at kappingin hjá monnunum skuldi enda uml. 20-25 mars og hjá kvinnunum 30 apríl. Tað var umrøtt og mett ikki at verða ein trupulleiki at kappingin ikki endaði samstundis hjá kvinnum og monnum. Orsøkin til at kappingarnar ikki enda samstundis var at feløgini sum løgdu dent á manskappingina ynsktu so stutta kapping sum møguligt. Liðini sum løgdu dent á kvinnukappingina ynsktu longri kapping. Sostatt vóru øll glað!!!!!!
Okkurt felag møtti ikki til seinna fundin tí teir mettu tað at verða óseriøst at hava fund umaftur vikuna eftir, tá ein semja longu var gjørd eftir drúgt kjak.
Í januar var aftur fundur. M.a. um longdina av kappingini komandi ár og um talið av liðum. Tá var eisini tosa um at broyta verðandi kapping. Men niðurstøðan varð, at næsta ár verða 8 lið í 1. deild hjá kvinnum og at kappingin helst byrjar fyrr enn vanligt. Men tað er rættuliga óvist at hetta er tað feløgini meina og ynskja. Men tað er so tað sum sagt varð.
Til tey sum nú hava funnið útav at Sunset kappingin er ov long, er at siga at longdin av kappingini var avgjørd mánaðarskifti september/oktober 2004. Tað kann ikki nógv gerast við hetta nú. Tað at taka eina avgerð hevur avleiðingar og tí er neyðugt at hugsa seg væl um áðrenn avgerð verður tikin. Og tá avgerð er tikin er neyðugt at halda seg til tað sum avgjørt er. Tað er sjálvdan ráðiligt at brúka alla sína tíð uppá avgerðir sum eru tiknar. Tað einastu sum vanliga hendur er at ?forarbeiðið? til tær næstu avgerðirnar verður gloymt og næsta avgerðin eisini skeiv.
Í øllum føri kann ikki metast skilagott at lurta mest eftir feløgum, sum gera minst við kvinnuhondbóltin. Um tey ikki tíma er møguliga skilabest at melda liðið úr ella lata onnur yvirtaka tað sum tey ikki tíma at fáast við kortini!? Í vinnuni er púra vanligt at selja virksemi burturav sum tú ikki heldur verða skilagott at reka sjálvur.