Óli Jacobsen
Tað tykist at vera almennur politikkur í Føroyum, at borgarin skal finna seg í øllum, sum politiskir myndugleikar kunnu finna uppá. Og teir skulu ikki hava krav uppá nakra sum helst frágreiðing um tiknar avgerðir. Teir skulu heldur ikki hava krav uppá nakað svar uppá nakran fyrispurning um avgerðir sum enntá viðvíkja teimum sjálvum.
Tað finnast nógv dømi um hetta, men her skal bert verða tikið fram lógarmálið um fiskidaganevndina.
Í nógvum FF-bløðum er greitt frá margháttligu viðgerðini í løgtinginum og tess vinnunevnd í samband við hetta mál. Her tekur vinnunevndin sær ta heimild at taka dagar ímillum hvørji feløg ið vara av fiskidagaskipanini. Og bert feløg sum umboða skip og bátar vera »góðkend« av vinnunevndini, meðan feløg umboðandi fiskimenn eru útilokað. Hetta verður gjørt hóast júst umsitingin av fiskidaga-skipanini er av størsta týdningi fyri fiskimenn. Og hóast hetta økið hevur verið eitt av stóru arbeiðsøkjunum hjá FF, so er felagið ikki við í uppgerðini hjá vinnunevndini, og er harvið beinleiðis ætlað at vera útilokað frá at røkja áhugamál fiskimanna í hesum sambandi.
»Avrætting« uttan frágreiðing.
Hetta er gjørt uttan ta allarminstu grundgeving í sjálvum tingmálinum. Og royndir at fáa eina frágreiðing frá nevndini sjálvari hava ikki givið minsta úrslit.
Serliga hevur støðan hjá javnaðartingmanninum Henrik Old undra, sum tað eisini er víst á í FF-blaðnum. Men frá honum fekst nú um dagarnar »millum rivjabeinini« ábending av eini frágreiðing. Og hon var, at FF var als ikki fyri nøkrum vanbýti, tí felagið hevði gjøgnum fiskivinnuráðið fullan møguleika at vera við í viðgerðini av fiskidøgunum.
Endiliga fekst váttan um ætlað rættarbrot.
Við hesi »frágreiðing« er so fingin tann endaliga váttanin fyri, at vinnunevndin hevur framt beinleiðis tilætlað rættarbrot móti FF, og tað við beinleiðis medvirkan frá Henrik Old.
Fyrst skal verða nevnt, at í skipanarnevndini var vinnan umboðað av Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Reiðarafelag, har umboð fyri Feløgini Trolskip og Línuskip umboðaði hetta felag. Í fiskidaganevndini eru somu feløg umboðað beinleiðis ella óbeinleiðis, men við undantak av Føroya Fiskimannafelag. Undanførslan við fiskivinnuráðnum er bert kávalótir, sum tað skal verða víst á her.
Tá víst verður til fiskivinnuráðið er at siga, at Føroya Reiðarafelag og Meginfelag Útróðramanna eisini umboðað í fiskivinnuráðnum. Hetta prógvar einsamalt tann »mun fyri lógini«, sum er gjørdur. Men talan er um tvær heilt ymiskar nevndir. Fiskidaganevndin fyrireikar málið til viðgerð í landsstýrinum, og tað er her, at veruliga arbeiðið fer fram. Fiskivinnuráðið ikki fær málið til viðgerðar, fyrr enn viðgerðin í landsstýrinum er liðug, og málið er klárt at leggja fyri løgtingið. Hetta verður gjørt so nær uppundir seinastu framløgufreist, at viðgerðin í fiskivinnuráðnum als ikki kann ávirka endaliga uppskotið. Tí kann tað fyri feløgini vera líka gott at senda sínar viðmerkingar beinleiðis til tingið. Samansetingin av fiskivinnuráðnum vísir eisini, at formelt er talan um eina meira generella viðgerð, sum kann klárast uppá ein fyrrapart. Tí eru t.d. arbeiðarafeløgini umboðað, hóast tey bert óbeinleiðis hava áhuga fyri fiskidagaskipanini, og tey nýta sera lítla orku á hesum øki. Tí kann sigast, at umboðan hjá FF í fiskivinnuráðnum er ikki meira verd enn sjálvur møguleikin at senda sínar viðmerkingar beinleiðis til tingið, og hetta kunnu øll gera í øllum málum.
Tað skal eisini sigast, at tað í hesum førinum ikki hevur havt tann stóra praktiska týdningin, um FF hevur verið við í fiskidaganevndina. Felagið gjørdi jú sítt egna tilmæli, sum var munandi meira umfatandi enn tilmælið hjá fiskidaganevndini, og tað man hava hava gjørt sína nyttu eisini. Tað vísir úrslitið.
Veruliga rættarbrotið.
Men tað prinsippiella í málinum er nevniliga, har vinnunevndin sigur í sínum áliti:
»..feløgini, sum ... eru undir fiskidagaskipanini ...eru í løtuni Felagið trolskip, Felagið trolbátar, Felagið línuskip, Meginfelag Útróðrarmanna og Felagið snelluskip.«
Hetta er ein »staðfesting«, sum ikki bert hevur týdning fyri fiskidaganevndina. Hon kann nýtast av landsstýrinum at útihýsa FF í øllum øðrum fiskiveiðumálum. Um tað t.d. skuldi hent, at settir verða aðrir arbeiðsbólkar viðvíkjandi regulering av veiðuni, sum t.d. at endurskoða fiskidagaskipanina, so er FF av hesi orsøk uppá forhond útilokað.
Skipaður ágangur.
Her tykist at vera talan um ein skipaðan ágang móti FF. Løgtingsins »viðgerð« av yrkisráðnum hjá lønjavningargrunninum hevur havt sum úrslit, at FF als ikki fær svar uppá nakran sum helst fyrispurning til fiskimálastýrið í málum á júst tí økinum, og hetta er heilt í samsvar við tey »signal«, sum stýrið hevur fingið úr tinginum.
Nú hevur sama ting boðað landsstýrinum frá, at tað er FF óviðkomandi hvussu veiðan hjá limum felagsins verður skipað. Hetta er fyri so vítt í samsvar við galdandi mannagongd. Men nú er tað beinleiðis samtykt av Føroya Løgting!
Lógásettur mannamunur.
Hevði tað so »av illum« verið so, at hetta var galdandi fyri allar, so hevði í hvussu er verið ein »linja« í støðuni hjá løgtinginum. Men her er talan um beinleiðis løgtingsásettan »mannamun« millum feløg, sum heilt greitt skuldu havt krav um at verða viðfarin eins. Tí er tað eisini greitt, at henda lóggávan er beinleiðis ætlað at raka FF og tess formann. Tað kann ikki finnast minsta sakliga grundgeving fyri ymiskar viðgerð av feløgum sum umboða reiðarar og fiskimenn. Undanførslan við fiskivinnuráðnum kann í hvussu er ikki nýtast.
Hvussu kann slík lóggáva lata seg gera?
Tað er als eingin ivi um, at her er talan um eina lóggávu, sum er fullkomiliga í stríð við allar demokratiskar grundreglur, og hetta hava vit eisini fingið váttað frá donskum serfrøðingum sum øtast um at hetta veruliga kann finna stað. Enntá av einum samdum tingi.
Og her verður aftur komið til leiklutin hjá Henrik Old. Sjálvur havi eg í nógv ár havt samskifti við hann í málum, sum viðvíkja viðurskiftum hjá fiskimonnum. Og í málinum um yrkisráðið stuðlaði Henrik eisini FF. Tí er tað ómøguligt at skilja, at hann nú saman við tí primitiva og smáttskorna Heina O Heinesen skal hava lagt hesi ráð saman móti FF. Ikki minst tí FF júst hevur havt ein sera konstruktivan leiklut í fiskidagaskipanini. Og felagið hevur júst virkað fyri tey sjónarmið, sum Henrik sjálvur hevur ført fram í løgtingsálitinum um fiskidagarnar komandi ár, nevniliga at fiskidagarnir skuldu regulerast í takt við broyting í økta orku í flotanum. Tað var júst manglandi hugurin hjá almennum myndigleikum at medvirka til hetta sum gjørdi, at skipanarnevnin ikki fekk virkað til fulnar.
Kann hetta vera javnaðarpolitikkur?
Annars skuldi tað verið í stríð við sjálvt navnið í javnaðarflokkinum at lóggeva slíkan ójavna, sum her er talan um. Og ikki fyri at tala um, tá hesin lógásetti mismunur gongur útyvir fakfeløg, sum í veruleikanum er sett uttan fyri lóg og rætt. Tað undrar ikki minst, tá hugsað verður um tey sjónarmið, sum floksformaðurin førdi fram fyri kortum, um samstarv millum flokkin og fakfeløg.
Her ber ikki til at vera ullintur!
Tað skal skjótast inn her, at Dan R Petersen síðst í viðgerðini av málinum um fiskidaganevnd royndi at bøta um skaðan við einum broytingaruppskoti, sum vildi bøtt um henda ætlaða mannamunin. Sum tann einasti javnaðarmaður atkvøddi Henrik ímóti hesum uppskoti, so her er talan um tilætlaðan politikk. Men aftaná at hava atkvøtt fyri umrødda broytingaruppskoti, sum fall, atkvøddi allur javnaðarflokkurin saman við restina av tinginum fyri umrødda rættarbroti. Ein slík tvístøða virkar ikki serliga álitsvekjandi!
Hvat er uppgávan hjá løgtingsskrivstovuni?
Men tað skuldi verið skakandi, at slík rættarbrot kunnu koma ígjøgnum alla politisku viðgerðina, uttan at hetta verður steðgað av løgtingsskrivstovuni. FF setti ein fyrispurning hagar um løgfrøðisligu grundgrevingina fyri umrødda lógásetta mannamun. Svarið var, at »at hetta var politisk útmelding sum ikki kravdi løgfrøðisliga grundgeving.« So lætt skákar løgtingsskrivstovan sær undan einum máli, sum skakar serfrøðingar á økinum og sum heilt greitt er »magtfordrejning« ella maktmisnýtsla av ringasta slag.
Men hetta er aftur ein váttan um, at málsviðgerarar á løgtingsskrivstovuni ikki rokna tað sum sína uppgávu at tryggja, at lóggávan er í samsvar við góðan lógávusið, sum at øll skulu vera líka fyri lógina. Og er enn ein váttan um, at løgtingsskrivstovan miðvíst viðvgerð mál løgfrøðisliga alt hetta hvønn og hvat málið snýr seg um, soleiðis sum hetta verður »bestilt« av viljanum hjá løgtinginum.
Ikki fiskivinnumál.
Hetta er ikki eitt fiskivinnumál. Og tað hevur bert í aðru røð nakað við FF at gera. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um rættartrygd hjá borgarum og um rættarfatan í politisku skipanini. Hjá tí sum kennir tað allarminsta til politikk uttanfyri okkara egna dunnuhyl er eingin ivi um, at her er talan um lóggávu, sum er beinleiðis í stríð við allar demokratiskar grundreglur. Hetta skuldi verið eitt upplagt mál hjá grundlógarnevndini. Men tá allir politisku limirnir í nevndini sjálvir hava atkvøtt fyri hesum rættarbroti skal sjálvsagt einki væntast hagani.
Javnaðarflokkar hava í allari síðstu øld verið fremsta bolverk móti ódemokratiskum mannagongdum.
T.v.s. í øðrum londum!