Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað...

Bogi Dánialson Davidsen


”… og hvør eigur lívsins rætt.”
Úr yrkingini hjá Hans Andreas Djurhuus: ”Tey standa og vagga.” Pallborðsfundur t. 9.11.06 í Føroya Húsinum, Keypmannahavn.

Góðu fundarfólk, føroyingar og útlendingar. Eg vil fyrst takka Martini Fjallstein, leiðara í Føroya Húsinum í Keypmannahavn, fyri at hava skipað henda fund.
 
Sum føroyskur samkyndur gleði eg meg yvir at hava høvi til at koma við míni áskoðan um lóg um mannarættindi og revsilóg, sum bannar happing, brotsgerðum og mismuni mótvegis minnulutum í Føroyum og tí eisini mótvegis samkyndum.
 
Hvørjir minnilutar kunna verða nevndir?
 
Taka vit eina danska lóg, eina lóg úr Evropeiska Samveldinum og eina lóg úr tí nýggju grundlógini fyri Suðurafrika, kunna hesir minnilutar umtalast soleidis:

Tað má ikki gerast mismunur (diskriminerast), beinleiðis ella óbeinleiðis, mótvegis nøkrum á einum ella fleiri av fylgjandi økjum: rasu, kyni, graviditeti, hjúnaðabandsstøðu, etniskum ella socialum uppruna, liti, kynsligari ábending (sexual orientation), aldri, tørvandi evnum (disability), trúgv, vitan, áskoðan, mentan, máli ella burði.
 
Í ES verður eisini nevnt, at teksturin í direktivinum eisini skal nýtast mótvegis ES- londum og ikki-ES londum í tí evropeiska fíggjarliga umráðnum .
 
Hetta merkir, at fyri at gerast limur í ES ella um serligar avtalur ynskjast við ES, skula mannarættindini góðtakast. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri Føroyar, innan ella uttan fyri ES, í ríkisfelagskapi við Danmark ella sum serstøk tjóð.
 
Sum nøkur kanska minnast var lógaruppskot um at fyribyrgja mismuni mótvegis minnilutum og mismuni mótvegis kvinnum framsett fyrstu ferð í 1988, men bæði uppskotini fullu. Men í 90’unum varð lógin um at fyribyrgja mismuni mótvegis kvinnum aftur sett fram og góðtikin. Tað var gott og rættvíst. Men tað tekur kortini langa tíð at fáa broytt áskoðanina alment, og tí er enn langt á mál.
 
Lógin fyri minnilutar og serliga fyri okkum samkyndu varð ikki løgd framaftur fyrr enn í fjør, tá 12 tinglimir atkvøddu fyri lógini, meðan 20 atkvøddu ímóti.
 
Nú er lógin aftur løgd fyri løgtingið bert eitt ár aftaná.
 
Tað er gleðiligt, at løgmaður Jóhannes Eidesgaard, løgtingslimirnir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Andreas Petersen og aðrir tinglimir bæði tora at arbeiða fyri hesum máli og tala fyri at góðtaka lógina nú við fyrstu viðgerð í løgtinginum fyrradagin, týsdagin tann 7. 11, og málið nú er farið í nevnd. Tað er teimum øll æra verd.
 
Men tað er syrgiligt, at grundarlagið fyri hesum er, at ein ungur samkyndur, Rasmus Rasmussen, bæði hevur verið útsettur fyri áhaldandi happing, alvársligum og likamligum ágangi og eisini hóttan um lív, og av teirri orsøk varð innlagdur á sálardeildina. Tað er skammiligt fyri Føroyar.
 
Tað er eisini skammiligt, at Hvalvíkar prestur og ein Sandoyar løgtingsmaður sleppa at vanæra okkum uttan at nakað kann gerast mótvegis teimum. Tað hevði ikki kunnað borið til, um vit høvdu lógina. At Hvalvíkar prestur aftaná hevur sagt, at hevði lógin verið galdandi Føroyum, so hevði hann ikki sagt hetta. Vorðið sum mannfólk!
 
Vit samkyndu gleðast yvir, at vit ikki longur verða tagd burtur. Vit fara áhaldandi at koma fram við okkara ynskjum. Vit ynskja uttan mun til lóggávu, at okkara lív sum menniskju skal vera sum hjá hinkyndum heima í Føroyum, á bygd og í bý, eins og uttanlands, mennandi og spennandi frá vøggu í grøv, og at vit kunnu liva í friði og gleði saman við foreldrum, systkjum, vinfólki og fólkinum í Føroyum sum heild.
 
Málið um javnrættandi var tikið upp í Sameindu Tjóðunum aftan á seinra veraldarbardaga, har nasistavaldið í Týsklandi hevði sent milljónir av jødum og í túsundatali av politiskt øðrvísi hugsandi, sigoynarum og samkyndum í týningalegur, misbrúkt tey, skotið ella sent tey í gasskømur.

Vit eiga ongantíð at gloyma henda sorgarleik og aðrar tilsvarandi tilburðir. Við at góðtaka hesa lóg heiðra vit tey, sum hava liðið so nógv og geva núlivandi og komandi ættarliðum best møgulig livilíkindi fyri ávísar minnilutabólkar.
 
Síðani hava fleiri lond tikið undir við hesum, t.d. øll Norðurlond uttan Føroyar og eisini ES. Tey hava tí smíðað lógir, ið verja minnilutabólkar við at nevna teir í lógunum, í revsilógini, í javnrætttislógum í tí privata lívinum eins á arbeiðsmarknaðinum.
 
Tað vil á ongan hátt skaða eitt fólk at geva øllum full mannarættindi, eisini samkyndum. Tvørturímóti verður lívið lættari fyri øll. Tí tá geva vit møguleika fyri og góðtaka, at vit mennuskju eru sera fjølbroytt, og at vit ikki bert eru ”rein” á ein hvønn hátt.
 
Í uppskotinum um nýggju stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar er ein lóg um javnrættindi og javnstøðu, har øll fólk eru javnsett uttan mun til eyðkenni ella frábreðgi, men tað verður ikki nevnt, hvat ið hugsað verður um, og ongin minniluti er nevndur. Í viðmerkingunum verður bert nevnt dømi um mismun vegna kyn, og heldur ikki her verða minnilutar nevndir.
 
Tað førir við sær, at dómsvaldið og politivaldið ikki hava nakað at halda seg til.
 
Í tí lógaruppskotinum, sum nú er lagt fram, verða fleiri minnilutabólkar nevndir, og eisini kynslig ábending, tað vil siga eisini vit samkyndu.
 
Tað kunna vit bert gleðast um.
 
Tíanverri eru enn nógv móti lógini.
 
Løgtingslimirnir í flokkunum eru frítt stillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring í hesum máli.

Annfinnur Kallsberg er komin við einum uppskoti um eitt slag av neyðsemju, har vit samkyndu eru tikin burturaftur, men koyrd inn í ”aðrar bólkar”. Tað vil siga aftur goymd burtur.
 
Vit samkyndu kunna á ongan hátt góðtaka tað uppskotið. Vit ynskja at verða nevnd, onki annað kann góðtakast av okkum. Vit hava altíð verið til, eru til og koma altíð at vera til.
 
Tí vil eg enn eina ferð heima í Føroyum og í Danmark, eins og fyrr í sjónvarpi, útvarpi, bløðum, í Løgtinginum, í Landsstýrinum og í grundlógar- og stjórnmálanevndini tosa og arbeiða fyri, at lógin um mismun mótvegis minnilutabólkum, eisini teim samkyndu verður góðtikin. Tað verður teimum løgtingslimum, sum atkvøða fyri lógini, til heiðurs og okkum minnilutum til gagns. Tá kunna vit gleðast yvir at búgva í Føroyum, at koma heimaftur ella at vitja heima í Føroyum.

Eg minnist eina yrking hjá Hans Andreas Djurhuus ”Tey standa og vagga.” har millum annað stendur:

Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks
og deila hin bjartoygda dáa,
ið upp millum teirra vóks:

”Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
stendur á okkara jørð.

Og alla tøðuna átst tú –
og royndi at gera mein.
Og altíð so prangandi stóðst tú
- tú voldi, at vit eru sein.”

Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit;
”Eg havi væl loyvi at liva
her líka væl sum tit.”

Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt.

Sum sæst, so endar yrkingin ikki sum ein spurningur, men sum ein staðfesting, ið eg havi strikað undir, og sum tað hevði verið sera gleðiligt, um fleiri (eisini føroyingar) høvdu tikið til sín!
Sorø, t. 13. 11. 06