Umframt at viðgera hesi evni við upplestri, pallborðsorðaskifti og framløgum, bjóðar skráin eisini tónleik við Búa Dam, sum eftir nógv róstu fløguútgávu sína í summar eisini er vorðin uttanlandskendur fyri frálíku kynstur síni at siga frá søgum við sangum og løgum.
Oddvør lesur
Undan pallborðsorðaskiftinum fer kanska best umtókti rithøvundur Føroya, Oddvør Johansen, at lesa stuttsøguna "Smakkdómararnir", sum stendur í nýggjastu bók hennara, "Úr køksvindeyganum". Søgan snýr seg um Rithøvundafelagið, og hon kann lesast sum ein hvøss atfinning av tí hátti, felagið hevur virkað seinastu mongu árini.
Pallborð um fría orðið
Við pallborðið fara at sita formenn og -kvinnur í Rithøvunafelagnum seinastu umleið 30 árini, teirra millum Gunnar Hoydal (formaður 1981-86 og 1998-2004), Turið Sigurðardóttir (forkvinna 1989-91), Martin Næs (formaður 1986-89), Hanus Kamban (formaður 1992-1994) og Carl Jóhan Jensen (formaður 1991-92 og 2004-06).
Undir yvirskriftini "Hvør eigur fría orðið?" fara hesi at skifta orð um leiklutin hjá felagnum síðan stovnanina í 1957, bæði sum bókmentaligt áhugafelag og fakfelag teirra skrivandi í Føroyum, og um avbjóðingarnar, nútíðin og framtíðin bjóðar felagnum.
Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya skúlabókagrunni, fer at stýra orðaskiftinum og seta pallborðsluttakarunum beinraknar spurningar. Um stundir verða, sleppa eisini einir tveir spurningar úr salinum framat.
Laxness og nýskjaldur
Aftan á pallborðsorðaskiftið fara rithøvundar at lesa upp úr verkum, sum nýliga eru útkomin. Tóra Tóroddsdóttir fer at lesa brot úr stóru skaldsøguni "Undir egið borð" eftir Nobelviðurkenda íslendska rithøvundin Halldór Laxness, sum júst er komin út á føroyskum. Tóra Tóroddsdóttir hevur sjálv saman við manninum, Martini Næs, týtt skaldsøguna til føroyskt.
Eisini fer skaldið Carl Jóhan Jensen at lesa nýskjaldur úr nýggjastu útgávuni av skaldskaparritinum Vencili. Hetta er ein roynd hjá rithøvundanum at nýta eitt gamalt føroyskt skaldskaparsnið við spildurnýggjum innihaldi, og burtur úr hesum eru komin níggju speirekandi nýskjaldur, sum eru viðmerkingar til ymiskt politiskt, sum fer fram í Føroyum.
Hvassi pennurin
At enda fer Hans Andrias Sølvará, rithøvundur og søgufrøðingur, at siga nakað um leiklutin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum. Hans Andrias hevur sjálvur verið í hvøssum almennum orðaskifti í føroysku bløðunum seinasta árið, og sum eitt úrslit av hesum áhugaverda polemikki, fer hann í næstum at geva út eina bók um evnið, ið kjakast hevur verið um um.
Tiltakið verður sum nevnt í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16 og varir í umleið tveir tímar. Tað er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga væl komin.
Seinni sama kvøld skipar felagið fyri veitslu fyri limirnar í felagnum. Tey, ið ikki hava nátt at tekna seg til veitsluna enn, kunnu gera tað við at venda sær til felagið í allar seinasta lagi hósdagin 25. oktober kl. 20.00.
Rithøvundafelag Føroya