Zacharias Bech, Porkeri
Tann síðsta dagin, fólkatingið var saman áðrenn summarfrítíðina, nevndi Edmund Joensenm fólkatingslimur, í røðu síni møguleikan fyri at tiðna upp blokkstuulin, sum bleiv niðurfrystur frá 1. jan. 2002 at rokna, t.v.s. eftir at hann var skorin niður við 366 mio. kr.
Um hetta bleiv gjørt, hevði tað givið landskassaum eina meirinntøku uppá meira enn 100 mió. kr. og harvið minka um hallið á fíggjarlógini við somu upphædd, eisini fíggjarlóg, sum, um ikki viðurskiftini í samfelagnum broytast til tað betra, og tað sær tað ikki út til í løtuni, fer at hava eitt undirskot uppá útvið 1 mia. kr.
Av hesum, sum Edmund Joensen nevndi, stóðst nógv kjak. Frá tjóðveldismanninum, sum er sjálvskrivaður í fjølmiðlunum, tá nakað er á vási, fingu vit tann vanliga uppsangin um ikki at taka ímóti donskum peningi, um at taka ábyrgd av okkum sjálvum (sjálvt um eg eri farin at ivast í um hann veit hvønn týdning orðið áyrgd hevur).
Úr egnum flokki fekk Edmund Joensen eisini ábreiðslur fyri at arbeiða í sjálvdrátti.
Samdur ella ikki, so er hetta ein møguleiki fyri at fáa landskassan nakrar eyka inntøkur, nakað sum hann harðliga hevur brúk fyri.
Eisini hevði hetta havt almiklan týdning av tú at hesin peningur komið uttaneftir inn í tað føroyska samfelagið.
Í hvussu so er, so havi eg ikki hoyrt, hvørki frá samgongu um, hvussu vit kunnu økja um inntøkurnar uttan eftir inn í samfelagið.
Tað frættist, at samgongan atbeiðir við at leggja meira avgjald og skatt á borgaran, fyri at útvega landskassanum meira pening. Mín metan er, at hetta er bara ein panikloysn, og er at líkna saman við eitt húsarhald, sum er komið í fíggjarligar trupulleikar, har maðurin fer í sparibuksurnar hjá børnunum, ístaðin fyri at royna at skaffa eyka innt.kur til húsarhaldið.
Fíggjarlógin, sum vit liva undir, hevur eitt risastórt undirskot. Hon bleiv samtykt beint fyri nýggjár.
Seinasta summar lá ein stórur partur av okkara fiskiflota orsaka av teimum høgu oljuprísunum.
Seinasta heyst fall prísurin fyri tey dýru fiskasløgini niður í eina helvt, tí tey lond, sum keypa okkara fiskavørur, vóru rakt av heimskreppuni, og tí ikki høvdu ráð at gjalda nóg mikið fyri tann dýra fiskin. Úrsliti var, at tey virkið sum høvdu t.d. keypt tosk fyri tann høga prísin, máttu til seinast selja ta lidnu vøruna við stórum halli.
Áttu landstýrið og fíggjarnevnd ikki at tikið hædd fyri teimum avleiðingum, sum hetta hevði við sær.
Var tað tí at teir trúðu blint uppá tað, sum okkara frøðingar, hesir somu fáu, sum hvørja ferð, tá talan er um fíggjarviðurskifti, vera bidnir um at gera sínar metingar.
Metingar, sum í nógvum førum hava verið so skeivar, at sjálvt tann vanligi maðurin á gøtuni, hesum, sum dugir lítlutabell og nakað afturat, hevur ógvast við.
Tí hvørjum livir okkara samfelag av?
Er tað ikki eins og við einum vanligum húsarhaldi, sum einans livir av tí peningi, sum verður tjentur inn í húsarhaldið. Vit síggja jú, at øll royna at økja um sínar inntøkur fyri at fáa eitt høgri livistøði.
Tá inntøkan av útfluttum fiskavørum fellur, nakað sum er ávirkað uttaneftir, og ríkisveitingin verður skerd, nakað sum er sjálvsagt, tá sigur tað seg sjálvt, at færri peningur er at fara í umfar í samfelagnum. Hetta fer sjálvsagt at merkjast í øllum liðum.
Fremstu fíggjarfrøðingar í landinum mettu at heimskreppan fór ikki at taka okkum.
Tá tey londini, sum keypa okkara fiskavørur blivi rakt av kreppuni, og tí ikki høvdu ráð at gjalda nóg mikið fyri tað, sum sum tey keyptu, tá meti eg at kreppan gott og væl er komin til okkara.
Tásitandi landsstýrið skerdi blokkin við 366 mió. kr. árliga.
Fyri at rættvísgera hetta søgdu teir seg vilja menna vinnulívið til tess at viga upp ímóti niðursskurðinum.
Vit vita, at tað megnaðu teir ikki.
At so somu flokkarnir tey eftirfylgjandi árini kunnu vísa á, at sjálvt um blokkurin var minkaður, so gekk tað fíggjarliga væl í Føroyum, hvør skal siga at hesin hevði ikki tann týdning, sum sambandsflokkurin vildi vera við, er ein onnur søga.
Bankarnir hava í fleiri ár pumpa útlendsk tikin lán inn í føroyska samfelagið. Ein stórur partur av hesum peningi er endaður í landskassanum sum skattur og avgjøld, tí tey hava skapað nógv virksemi og økt um keypiorkuna. Hetta kann ikki roknast sum sjálvberandi búskapur, tí hetta er lántur pengar, sum skulu gjaldast aftur við rentu.
So er spurningurin um hesi lán kasta so nógv av sær, at tey kunnu gjaldast aftur við rentu. Hava tey ikki tað, og tað er nógv sum týðir uppá at tey ikki hava gjørt, so drena tey onnur virðir út úr samfelagnum, virðir, sum ikki eru skapað av áðurnevndu lánum.
Nú tá lánimøguleikarnir hjá okkum eru skerdir, sita vit eftir við einari fíggjarligari pínu, sum fyrst og fremst er ein fylgja av at blokkurin í sínari tíð var skerdur.
Tá blokkstuðulin í góðum tjóðveldisanda verður roknaður sum virði í samfelagnum verður hann roknaður sum % av BTÚ. Hetta gevur eitt forholdsvís lágt prosenttal í mun til um hann bleiv roknaður sum % av fíggjarlógini, sum er tað rætta. Einasta, sum blokkstuðulin hevur við BTÚ at gera er, at hann saman við øðrum veitingum úr Danmark, sum liggja uttanfyri blokkin, umleið 1 mia. íalt, økir um okkara BTÚ við umleið 3 mia.
Tá tjóðveldisflokkurin fekk annan limin í fólkatinginum segði hesin, at hann fór at lata helvtina av lønini til flokkin.
Hví heldur tjóðveldi, at tað er rætt at fíggja flokkin við donskum peningi, meðan tað er ábygdarleyst at fíggja føroyska heilsuverkið við stuðli úr Danmark.
Edmund Joensen kom við uppskoti um at tiðna blokkin, so vit harvið kundu fáa eina meir inntøku uppá 100 mió.
Skomm, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Skomm ella ikki, so er tað ikki serligu álitisvekjandi fyri ein fíggjarmálaráðharra at koma út við einari fíggjarlóg við einum undirskoti, sum svarar til 15.000 kr. fyri hvønn íbúgva í Føroyum.