Man kann ikki steðga útbyggingini av innfrakervinum í landinum, tí ein skúli skal gerast í Marknagili. Heldur ikki kann man gevast við ætlanunum um at byggja sama skúla, tí at man skal gera tunlar Norð um Fjall, ella um Skopunarfjørð, ella byggja skip til nólsoyarfarleiðina. Arbeiðast má á øllum økjum, so norðoyingar faá sítt, nólsoyingar sítt, suðringar sítt, sandingar sítt, og soleiðis gera, at allir borgarar landsins kenna, at tey eru partur av samfelagnum.
Trupulleikarnir hjá okkum í Sandoynni eru størri enn eitt dálkað vatn, ella ein vantandi ítróttarhøll. Nei trupulleikin er, at tit fólkavaldu tóku vónina frá okkum, tá vit vóru um at gerast ein partur av Føroya landi. Henda vónin kann so lætt sum onki kveikjast aftur. Alt sum skal til, er at melda út við eini tíðarfesting fyri, nær man ætlar sær í holt við Sandoyartunnilin. Tá tað er gjørt, kunnu vit sum relatera til oynna, taka støðu til, um vit vilja bíða eftir tunlinum ella ikki.
Sum nú er hækkar man ferðaseðlakostnaðin um Skopunarfjørð, so vit skulu gjalda meiri fyri ferðing og frakt. Somuleiðis skerjir man túratalið, so bilar okkara sleppa at standa eftir á keiini í bíðirøðini. Betri hevði verið, um avvarðandi landstýrisfólk kundi komið fram og sagt okkum, um man yvirhøvur vil hava okkum um fjørðin, ella um meiningin er at gera tað so trupult sum gjørligt at búleikast á Sandoynni.
Manglandi vilji at arbeiða fyri oynni
Viðgerðin í løgtinginum av ítróttarhøllini, ið ætlanin er at byggja á Sandoynni, hevur í ólukkumát víst okkum í oynni, at minst helvtin av løgtinginum skilir als ikki, hvørja støðu Sandoyggin er í.
Serliga hugstoytt er at síggja støðutakan Tjóðveldisins, sum hevur havt umboð úr Sandoynni á tingi, og partvís hevur tað enn. Hóast man visti, hvussu brennandi stórt ynskið um ítróttarhøll var á Sandoynni, vildi man til aðru viðgerð ikki taka undir við høllini og atkvøddi blankt, men til triðju viðgerð atkvøddu tey flestu fyri, tí man vildi hekta seg upp á nakað, sum man visti, at man ikki kundi forða fyri álíkavæl. Hetta kennist sum gráin tøkk fyri tann stuðul, tjóðveldið hevur fingið av Sandoynni.
Sjálvt umboðið av Sandoynni hevur verið í fjølmiðlunum og roynt at lagt fótonglar fyri høllina við at finnast at mátanum, høllin verður realiserað á Sandoynni uppá. Vit eru fleiri, sum standa spyrjandi um, hvat meiningin er. Hvør er meiningin við at bjóða seg fram til politikk, um man ikki vil arbeiða fyri økinum, man er valdur av? Ræður alt um, at ongin annar má fáa eina fjøður í hattin av onkrum máli, sjálvt um málið gagnar eins egna øki? Hvussu nógv vil man avreiða fyri at verða afturvaldur?
Vit á Sandoynni eru sera fegin um at høllin er samtykt á tingi, men av royndum vita vit, at bitin er ikki vísur, fyrr enn hann er svølgdur.