Hvør Hanus og Janus syngur Poul F., men best dugir Hanus

Fríggjakvøldið 19. januar 2007 varð bringumynd av skaldinum Poul F. Joensen avdúkað í heimbygd skaldsins, Sumba. Í hesum sambandi møttu nógv fólk á samkomu í skúlnaum, har bæði sangur, føroyskur dansur og upplestur var á skránni. Sonur Poul F., Johannus Joensen, avdúkaði myndina

Nógv fólk kom saman í Sumba fríggjakvøldið, tá bringumynd av kenda skaldinum Poul F., sum jú hevur røtur sínar í bygdini, skuldi avdúkast.
Tað er italiumaðurin Giovanni Francesco Nonne, ið hevur evnað bringumyndina til úr gipsi. Arnfinnur Bjarkhamar úr Vági, ið er fyrstilærari í Sumba, tók stig til at fáa pening til vega, so myndin kundi keypast og setast á bókasavnið í stásiliga skúlanum í Sumba, ið bleiv umvældur og útbygdur fyri fáum árum síðani.
Eftir at Arnfinnur Bjarkhamar hevði boðið stóru fjøldini vælkomnari, varð hol sett á skránna. Sumbiarkórið sang, undir leiðslu av kórleiðaranum Fróða, ið eisini spældi undir, m.a Føgru Blómu og Lilja mín Ljósa, ið Poul F. yrkti. Felagssangur var eisini á skránni.
Sonur Poul F. Joensen, Johannus Joensen, avdúkaði bringumyndina. Undir yrkingini er pláta, har m.a. yrking er á, ið Poul F. sigst hava gjørt til konu sína Juliu.
Trygvi Thomsen og Danjal Johan Lisberg hugleiddu og Hanus Johansen sang. Hanus framførdi bæði við og uttan guitara og hevði – sum so mangan – eina av sínum heilt væl eydnaðu framførslum. Tað kendist, at her var nakað, ið Hanus dugdi, kendi og livdi fyri.
Hanusi so líkt, so dugdi hann tekstirnar uttanat. Tað var, sum stóð hann har og treiv í tað, sum kom honum til hugs – hóast tað sjálvandi neyvan var soleiðis, tí aftanfyri alt, ið sær lætt og hugtakandi út á palli, liggur drúgv fyrireiking.
Men tað er ikki ov nógv sagt, at Hanus var kryddið hetta kvøld, ið gjørdi kvøldið eina tonn – ella tvær – betri, enn tað annars hevði verið. Við tulkingum sínum av sálarfrændanum Poul F. setti hann prikkin – antin ivir i’ið, ella aftanfyri F’ið.

Best tá Hanus syngur
Sumbingarnir Trygvi Thomsen og Danjal Johan Lisberg, Skilling, vanliga nevndur, hugleiddu um skaldið.
Trygvi Thomsen hugleiddi um kenda skaldið úr Sumba. Hann segði m.a. á yngri árum var Poul kanska “en vild krabat”, sum skrivað stendur um Terje Viken.
-. Hansara sjónarringur var so víður og skaldskapurin kom tíðliga til sjóndar og nátturan og havið hava frá byrjan sett dám á skaldskapin.
- Skaldskapurin fevnir víða, frá sálmi til vakrastu kærleikssangir og skemt, gaman og álvara og kvæðaskaldskap.
- Kapping var partur av gerandisdegnum, hóast í dag hoyrist mest um happing, segði Trygvi m.a. skemtiliga.
At vera lærari var kanska ikki hansara lívdreymur, men kanska meira ein roynd at liva upp til dreymin hjá foreldrunum. Og skaldið var frammanfyri sína tíð, og varð ofta misfataður manna millum. So er ofta við teimum, ið skara framúr á sínum øki, segði Trygvi Thomsen.
Trygvi endaði við skemtiligari søgu, har ein helt fyri við Poul F., at hann var ikki rættur yrkjari, men hevði bara lisið so mikið, at hann tók eitt sindur her og har, og setti saman. Hesin hyggur út og sær dámu í 30-unum, ið var støk, og segði við Poul, at um hann var skald, so yrkti hann um hana uppá standandi fót, og hetta ger Poul sjálvsagt so lætt sum onki. Og so sigur hin við hinar, ið inni eru, at teir mugu nokk viðganga, at maðurin er skald!
Trygvi segði, at mong – ið hildu seg vera so trúgvandi - hildu, at orsakað av mangan beisku yrkingunum hjá Poul F., so hildu mong, at andaliga manglaði nógv hjá hesum manni. Men Trygvi minti á, at ongin kennir ein annan innast inni, og at slík spjøldur eiga ikki at verða hongd á fólk, men havast í egnari goymslu. Poul F. hevur sagt at 1001 og ein Nátt og Bíblian av bókum nógv best dámdi honum.

Danjal Johan Lisberg
Danjal Johan Lisberg hugleiddi um skaldið og skaldskapin. Hann nevndi sangperluna Fagra Blóma, sum altíð er frammi, tá føroyingar savnast. Tá syngja øll við, hvør Per og Pól og Hanus og Janus.
- Men hon er best, tá Hanus syngur, legði Danjal Johan skemtandi, men við áherðslu, afturat.
Eisini Danjal Johan kom inn á, at tey, ið andaliga hildu seg vera skutin frammanfyri fjøldina, ikki altíð táldu skalskapin hjá Poul F. Hesi dugdu ikki, ella vildu ikki, skilja skaldskap og myndatalu og tóku sær rætt at kalla skaldið heidning og frítonkjara. Men Danjal Johan helt seg ikki fara heilt skeivan, tá hann segði, at teirra dómur ikki bleiv hin avgerandi á dómadegi.
Og síðani las hann yrkingina um Edens Hava, har Poul F. letur hin grábeinta í cowboybuksur og hatt - og at uttan hann, so hevði ikki nógv hent.
Men hinvegin hevur Poul F. eisini yrkt vakrar sálmar, t.d. nummar 386 í sálmabókini, Lít tú bert á títt Faðirvár, sum hann hevur umyrkt úr donskum, minti Danjal Johan á.
Danjal Johan vildi at enda gera upp við alla hugsan um, at Poul F. var Tvøramaður (hóast hann hevur yrkt um Tvøroyri so vakurt). Hetta gjørdi hann við at minna á, at Poul F. kendi seg sum sumbing alt lív sítt, og so endurgav hann: “Í fjørutifimm ár í útlegd eg var, men ei kundi Sumba gloyma, hvør blóðsdropi í mær sumbingur er, og sumbingars brøgd skal eg goyma”.
- Hann var ongantíð annað enn sumbingur, staðfesti Danjal Johan Lisberg og við einum lætt goymdum skálkabrosi ynskti hann Poul F. væl afturkomnum.
At enda varð farið uppá gólv og kvóðu sumbingar, og onnur, kvæði eftir Poul F., og ein væleydnað kvøldseta kom at enda, har tey vitjandi fingu ein kaffimunn og høvi at práta og skoða nýggju bringumyndina av einum hinum kendasta sumbingum, ið nú fær heiðurspláss á bókasavninum í skúlanum í Sumba.