Hvør lýgur

Finnur Helmsdal, tingmaður

Á portalinum stóð at lesa klokkan 21.34 tann 28. november 2006: Bjarni Djurholm sigur seg hava tikið eitt stig, sum hann ongan tíð hevur gjørt áður. Og Bjarni Djurholm verður siteraður soleiðis: “Í samband við Faroe Jet havi eg gjørt nakað, sum eg ongan tíð havi gjørt fyrr. Og tað er at handa landsstýrismonnunum skriv, har eg heiti á teir og teirra aðalráð um at brúka Faroe Jet, har tað yvirhøvur ber til. Ikki minst Almanna- og heilsumálaráðið, ið flýgur nógv við sjúklingum.”
Hesi vórðu orðini, sum Bjarni Djurholm skal hava sagt við blaðmann hjá Sosialinum.
Hesi orð fullu einum fyri bróstið. Ikki tí, at undirritaði ella nakar annar í Tjóðveldisflokkinum hevur nakað sum helst ímóti Faroe Jet, men tí landsstýrismaðurin beinleiðis biðjur landsstýrismenn og aðalráð teirra nýta kappingarneytan hjá tí flogfelag, sum hann hevur fulla ábyrgd av vegna partaeigararnar. Nevniliga Føroya fólk.
Nýtti tí høvi, í samband við at ófráboaðaðir fyrispurningar vóru á skrá, at spyrja Føroya løgmann, um hann metti, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevði sýnt neyðuga ábyrgdarkenslu og umsitið sitt starv á fullgóðan hátt. Vísti í tí sambandinum á, at vil Bjarni Djurholm hjálpa Faroe Jet, so hevur hann møguleikan, sum landsstýrismaður í vinnumálum, at gera nýtslu av lógarverkinum. Soleiðis at feløgini kunnu kappast á javnari føri.
Løgmaður er vanliga arrogantur, tá fyrispurningar skulu svarast. Soleiðis var eisini hesuferð. Men hann svaraði eisini, at Bjarni Djurholm als ikki hevði heitt á landsstýrismenn og teirra aðalráð um at nýta Faroe Jet. Løgmaður segði, at Bjarni Djurholm hevði bert borið eitt skriv frá Faroe Jet víðari á landsstýrisfund.
Sjálvandi tóku onnur tingfólk orðið, og tosaðu tey um, hvussu neyðugt tað er við kapping. Sjálvsagt er tað best við kapping, hetta fyri allar partar. Men spurningurin snúði seg als ikki, um vit skulu velja Atlantsflog fram um Faroe Jet. Spurningurin snúði seg um tað, at ein landsstýrismaður loyvir sær at gera slíkt, sum er lýst omanfyri.
Ein fekk sjálvsagt ikki nakað burtur úr at spyrja løgmann ein prinsipiellan spurning. Sambært honum hava ávís loyvi at gera tað tey vilja. Tað er jú ikki ráðiligt at fornerma nakran. Eitt fornermilsi kann jú kosta sessin. Tí er betur at lata vera.
Men ein situr eftir við kensluni av, at onkur sigur ósatt. Ella at onkur, hevur endurgivið onkran skeivt. Er tað Bjarni Djurholm, sum er skeivt endur givin á portalinum 28. november 2006 klokkan 21.34, verður við hesum heitt á blaðmannin um at koma við einari almennari rætting. Nú er ikki vist, at landsstýrismaðurin krevur nakra umbering. Neyvan ger hann tað, hann hevur fingið umrøðuna. Er landsstýrismaðurin hin vegin rætt endur givin á portalinum, átti sami blaðmaður at vátta tað á einum sjónligum stað. Er landsstýrismaðurin rætt endurgivin, er spurningurin so, hví løgmaður roynir at fjala veruleikan fyri tinginum. Tað hevur hann jú ikki loyvi til, og tað skal hann heldur ikki hava loyvi til. Hin vegin skal løgmaður sjálvandi hava loyvi til at siga sannleikan. Tí eiga vit at fáa málið nærri lýst. Rokni heldur ikki við, at viðkomandi blaðmaður á Sosialinum er áhugaður í at standa eftir sum tann, ið sigur ósatt, ella tann, ið ikki skilur tað, ið sagt verður.
Ætlar Bjarni Djurholm at bøta um kappingartreytirnar hjá Faroe Jet, so hevur hann møguleikan at nýta lógir og reglur. Tað eigur hann at gera, heldur enn at fara soleiðis fram.