Ì hvørja ætt skulu tey ungu leita?

Bergtóra Høgnadóttir Joensen:

Ein nýggj EU rapport vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er søguliga høgt. Serlig átøk og kreppupakkar verða gjørdir til tess at basa arbeiðsloysinum. Eisini í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað seinasta árið.

Helst eru fleiri ung arbeiðsleys enn hagtølini siga. Nevniliga tey millum 15 og 18 ár og eldri sum foreldrini forsyrgja og tey ungu tískil ikki eru skrásett. Talan kann vera um ung, sum eru  givin í framhaldsdeild ella miðnámsskúla.


Samgongan kúrr

Í vetur hava Unga Tjóðveldið og  tjóðveldi við pallborðsfundi og fyrispurningum varpað ljós á at ungdómsarbeiðsloysið má basast.

Miðlar og yrkisfeløg hava eisini víst á trupulleikan. Samgongan hevur tó verið púra kúrr í hesum álvarsmálið. Serliga trý ráð kunnu gera sítt til at bøta um støðuna. Almannamálaráðið, mentamálaraðið og vinnumálaráðið. Tykist margháttligt, at tey als ongan hugburð ella ætlanir tykjast at hava í mun til ungdómsarbeiðsloysið. Samgongan er púra kúrr.


Arbeiðssamleikin

Vit vita, at arbeiðssamleikin hevur stóran týdning fyri at kalla øll og at sosialu førleikarnir mennast nógv, tá fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er greitt, at sjávsálitið og sjálvsmyndin dalar hjá fólki, um tey eru arbeiðsleys. Ikki minst hjá ungum fólki, sum hava fáar  - um nakrar – arbeiðsroyndir. Tískil er serliga umráðandi, at tey ungu fáa røttu hjálpina at koma út á arbeiðsmarknaðin. Royndir vísa, at lættari er at fáa eitt starv, um ein er á arbeiðsmarknaðinum, enn um ein stendur uttanfyri arbeiðsmarknaðin.


Hvat er at gera?

Tjóðveldi hevur fleiri ítøkilig uppskot um, hvat skal til fyri at minka um ungdómsarbeiðsloysið – og arbeiðsloysið sum heild. Nøkur uppskot eru hesi:

•    Ung skulu hava eitt starv at fara til longu dagin eftir at tey eru skrásett. Talan kann vera um aktivering, ikki minst innan almanna –og heilsuøkið har hendur eru kærkomnar og tað er ein góður møguleiki hjá teim ungu at royna ymiskar starvsleiðir. Hetta kann eisini vera ein gongd leið hjá ungum menniskjum at finna út av, hvør útbúgvingarleiðin møguliga kundi verið. Vit vita, at tørvur fer at verða á nógv fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum framyvir. Hetta kundi verið ein háttur, har fólk fingu møguleikan at roynt seg. Kanska fleiri mannfólk, tá eisini fingu hug at útbúgva seg innan umsorganarøkið.

•    Betri skeiðstilboð til ung sum fáa útgjald frá Almannastovuni. Hjálp at skriva umsóknir og CV. Kunning um, hvussu setanarsamrøður fara fram. Møguleika at hitta onnur ung í somu støðu til tess at stimbra og birta vón hvør hjá øðrum. Eitt veruligt netverk fyri ung. Tey sum fáa ALSútgjald hava nógv betri skeiðmøguleikar – umframt at tey hava arbeiðsroyndir.

•    Útbúgving er vegurin fram. Tey ungu eiga at fáa holla kunning um útbúgvingarmøguleikar, umframt vitan um, hvussu týdningarmikil útbúgving er, bæði í mun til at fáa starv og eina góða løn. Sum er eru 80 % av teimum sum eru arbeiðsleys ófaklærd.

•    Virkispraktikkir. Ein háttur hjá teim ungu at sleppa at ‘snodda’ eitt sindur til ymisk arbeiðsøki.

•    Møguleikar til ung við skerdum førleika. Sum er sleppur bert helvtin av umsøkjarunum inn á Dugni skúlan – ella fyrrverandi Alvskúlan, sum er einasta tilboðið í Føroyum til teirra sum vegna fysiskar, psykiskar ella sosialar orsøkir ikki megna vanligu skúlatilboðini. 

•    Fleksiblar miðnámsútbúgvingar. Til ber hjá elituítrottarfólki at taka máðnámsskúla yvir longri tíð enn vanligt. Tað sama átti at verið galdandi hjá teimum sum hava sjúku, brek ella sosial viðurskifti sum gera at neyðugt kann vera at taka miðnám yvir eitt  longri áramál. Talan kann vera um stakar uppihaldarar.

•    Mentorskipanir. Hin ungi kann styrkja arbeiðssamleikan eitt nú við at hava ein mentor. Ein persónur sum kann eggja, lurta, vegleiða og geva viðkomandi áræði til eina starvsleið.

•    Starvsfólk sum burturav fæst við at fáa ung fólk út á arbeiðsmarknaðin. Hesi kundu hjálpt serliga teimum ungu, tá hesin bólkurin er serliga viðbrekin, tí hann ofta ongar royndir hevur.

•    Starvsfólk rímiliga málsnøgd. Um málsviðgerðarnir sum nú, hava fleiri 100-tals mál er sjálvsagt, at arbeiðið verður hareftir. Sum er, er ikki gjørligt at hava neyðugu og munagóðu uppfylgingina, so talan verður um eitt optimalt og effektivt jobmatch.

•    Tað almenna eigur at ganga á odda. Almenni sektorurin eigur at vera ein fyrimynd í mun til at hava lærlingar, næmingar og eisini at fáa ung fólk í aktivering og til setanarsamrøður.


Nøkur uppskot eru til teirra, sum hava arbeiðsloysið sum trupulleika burturav,  meðan onnur uppskot eru ætlað teimum, sum hava avbjóðingar umframt arbeiðsloysið.


Konkretar verkætlanir

Farast kann undir nakrar aktiveringsverkætlanir beinanvegin. Eitt nú eina verkætlan at hjálpa til hjá nýklaktum trí –ella tvíburarfamiljum. Í barnagørðum, á røktarheimum. Sjálvsagt, má tað á ongan hátt ávirka normeringarnar á arbeiðsplássinum.


Eisini má kannast, um tað kundi verið ein gongd leið at tey virki, sum fáa lut í stóru almennu verkætlanunum sum taka  drúgva tíð binda seg til at taka ímóti lærlingum. Talan kann vera um eitt nú timburmenn, elektrikarar eitt nú til verkætlanir sum Skúladepilin í Marknagili, um -og nýbygging á landssjúkrahúsinum, nýggj røktarheim og so framvegis.


Men hvat sigur samgongan? Hvussu leingi ætlar hon at vera kúrr?