»Hvørjum skylda vit lýdni?«

Tíðindaskriv

Nógvum dámar ikki hugsanina um at skula akta onnur.
"Eg geri, sum mær lystir," siga tey.
Men í roynd og veru dámar okkum øllum lýdni í gerandisdegnum. Hvørja ferð vit akta eitt vegaskelti ella fylgja eini ávísing, sýna vit í ávísan mun lýdni. Og hvør kann av røttum nokta fyri, at lýdni er neyðugt fyri at halda lóg og landaskil? Hvussu hevði tað ikki verið, um øll noktaðu at akta ferðslureglunar!

Harvið verður ikki sagt, at úrslitið altíð er gott, tá ið menniskju útinna myndugleika hvør yvir øðrum. Fyri langari tíð síðani segði Biblian, at "eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku". (Prædikarin 8:9)

Finst yvirhøvur nakar stjórnari, sum vit kunnu líta á, og sum vit av góðum grundum eiga at akta?
Og um so er, hvussu kunnu vit so vita, hvør tað er? Og hvussu verður tað at liva undir hansara stjórn?

Hetta eru spurningar, sum verða svaraðir í hugvekjandi almenna fyrilestrinum "Hvørjum skylda vit lýdni?" Fyrilesturin verður sunnudagin 3. juli kl. 14:00 á Eysturskúlanum í Tórshavn og er partur av umdømisstevnuni hjá Jehova Vitnum.
Stevnan við heitinum "Gudlýdni" verður 1.-3. juli 2005, og skráin byrjar kl. 9:30 hvønn dag.
Øll eru hjartaliga vælkomnum at lurta eftir allari skránni.