Hvørki fólk ella apa

Har eysturi í Etiopia hava fornfrøðingar funnið ein skølt, sum hvørki er av fólki ella apu, siga teir.

Fornfrøðingarnir halda í fyrsta umfari, at skølturin stavar frá tí, sum higartil hevur verið kallað "the missing link" - tað vil siga millumliðið ímillum apu og fólk, og teir halda, at hesi hava hildið til í Afrika fyri 500.000 til 250.000 árum síðani.

Sileshi Semaw, sum hevur staðið á odda fyri útgrevstrinum, sigur við sjónvarpið CNN, at skølturin líkiast nógv einum mannaskølti. Umframt skøltin funnu fornfrøðingarnir ymisk amboð úr steini og sreinrunnar leivdir av ymsum djórum so sum fílum, antilopum og zebra.