Ordinatións- og innsetingargudstænasta
Skrivað: Jóannis Fonsdal, prestur
3. s. í føstu 2. tr. 14-03-2004 Kl 11.00
Stað: Dómkirkjan
Bøn
Alvaldandi og miskunnsami Gud, hvørs orð er ein lykt fyri fóti mínum og eitt ljós á gøtu míni! Eg biði teg, Harri: Lat heilaga anda tín upplýsa hjarta mítt, so eg týðiliga kann skilja orð títt, taka við tí og varðveita tað í reinum hjarta. Amen.
Hetta heilaga evangeliið skrivar?
Jóhannes evangelistur 8,42-51
Jesus segði við [Jødarnar]: »Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. v43 Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. v44 Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. v45 Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. v46 Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? v47 Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.« v48 Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: »Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?« v49 Jesus svaraði: »Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. v50 Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. ? v51 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.«
Byrjan
Hvørs sonur ert tú?
"Hvørs sonur ert tú?" verður mangan spurt, tá ið fólk møtast. Tað hevur stóran týdning, hvør er faðir og móðir okkara. Tað er ein týdningarmikil partur av samleika okkara at kunna ávísa og kenna foreldur okkara. Ikki eru øll so heppin at kenna bæði faðir og móður sína, og hjá summum teirra er tað mangan ein nívandi spurningur: Hvør er í veruleikanum pápi mín ella mamma mín? Man eg eiga onnur systkin/hálvsystkin?
Eins og tað hevur stóran týdning fyri okkum at kenna holdsliga uppruna okkara, so er tað týdningarmikið at vita, hvør okkara andlig faðir er. Tað hevur ævinleikans týdning.
Um at hava ein faðir
Viðurskiftini millum børn og foreldur hava altíð verið nakað serligt. Heilt frá skapanini hevur tað verið soleiðis, at tað eru heilt serlig viðurskifti millum mammu og barn ella pápa og barn. Hóast hesi bond kunnu verða meira ella minni oyðiløgd á ymiskan hátt, so eru tey har kortini.
Tað er nokk ymiskt, hvussu viðurskifti okkara eru við foreldur okkara. Summi okkara hava góð viðurskifti við foreldrini, meðan onnur hava minni góð viðurskifti við tey.
Tann fullkomni faðirin
Himmalski Faðir okkara er tann besti faðirin, ið hugsast kann. Enntá betri enn vit kunnu hugsa okkum til. Hann er tann fullkomni faðirin. Hann hevur ikki tær avmarkingar sum jarðiski faðir okkara hevur.
Guds kærleiki er treytaleysur. Hann setur ikki krøv til okkara, at vit skulu liva upp til nakað fyri at hann kann elska okkum.
Ikki bara kærleiki hansara er fullkomin, tað er umsorgan hansara eisini. Hann hyggur ikki til viks eina løtu, so at okkurt kundi hent okkum, sum hann ikki hevði lagt merki til. Hann er ikki og hyggur eftir seyði í haganum, tá ið vit glíða á tí hála klettinum niðri í fjøruni og hann tí ikki kann bjarga okkum.
Himmalski faðir okkara hevur eisini fastleika og setur mark. Her ikki nøkur markleys uppaling, ið mangan bara avdúkar, at foreldrini ikki vilja brúka ta tíð og geva tann kærleika, tað kostar at geva einum barni tryggar karmar fyri, hvat er rætt og skeivt.
Mangan skilja vit ikki Guds gerðir, men hann setur altíð tað rætta markið og vísir barni sínum tann rætta, góða og kærleiksfulla fastleikan.
Arvurin
Tá ið foreldur okkara fara hiðani av fold, kann arvurin eftir tey - ella partur av honum - falla í okkara lut. Sum oftast er hetta at frøast um, at okkum fellur nakað gott í lut.
Tá ið tað skal gerast upp eftir ein persón, koma til tíðir tíverri eisini lutir og viðurskifti fram, ið persónurin og onnur hava roynt at dult ella hava gloymt. Arvurin kann tí gerast minni heppin fongur.
Himmalski faðir okkara hevur ein ovurstóran arv til okkara, ein himmalskan arv. Tá ið vanligur jarðiskur arvur skal gerast upp, stendst av og á stríð, tí tey flestu vilja hava sum mest í teirra lut. Himmalski arvur okkara er so stórur, at tað ikki er fyri neyðini at berjast ella stríðast um býtið av honum.
Okkara faðir ella annans faðir?
Vit munnu øll kenna onkran, sum vit vita fer at arva eina rúgvu, tá ið foreldrini og nærmasta familjan fer at doyggja. Hesum kunnu vit øvunda, tí tað ikki verða vit, ið fáa hetta. Men trupulleikin er tann, at vit hava ikki teirra faðir til faðir.
Tá gerst spurningurin - Hvørs sonur ert tú? sera avgerandi. Ert tú ikki sonur hansara, ja, so fært tú ikki lut í tí arvinum.
Sama ger seg galdandi við tí himmalska arvinum. Hava vit ikki Faðir á himli sum okkara andliga faðir, ja, so fellur ovurstóri himmalski arvurin ikki okkum í lut.
Hvør er faðir okkara?
Í dag møta vit so hesum spurningi, hvør er okkara andligi faðir?
Eins og eitt mannalív ikki kann verða til uttan bæði ein faðir og eina móður, so kunnu vit menniskju ikki verða uttan ein andligan faðir. Tíverri kann tað í summum førum vera eitt ivamál millum fleiri, tá ið faðirskapurin skal staðfestast, men soleiðis er tað ikki við staðfestingini av okkara andliga faðiri. Har eru bara tveir "uppstillarar" at velja ímillum. Antin er Gud, skapari himmals og jarðar okkara andliga faðir, ella er mótstøðumaður hansara faðir okkara!
Vit kunnu liva lív okkara í óvissuni um okkara rætta faðirskap, men tá ið uppgerðardagurin kemur, verður spurt: - Hvørs sonur ert tú?
Tá er heldur ikki neyðugt við DNA-kanning, fyri at fáa greiðu á um tað nú er Per ella Pól, ið er faðirin, nei, har er ført nágreiniligt bókhald, við hvør hevur hvønn faðir.
Í dag er tí eitt gott høvi at kanna, hvør andligi faðir okkara er.
Sannleikin er mangan illa lýddur
Sannleikin er illa lýddur, verður sagt. Harvið verður eisini sagt, at sannleikin kann avdúka okkurt, sum vit vita, men ikki brýggja okkum um at onnur skulu vita, ella ein finnur útav nøkrum um seg sjálvan ella onkran annan, sum ein heldur vildi verið fyri uttan.
Tann falski floytuspælarin
Fyri nógvum árum síðani lumpaði ein maður seg inn í orkestrið hjá keisaranum í Kina, hóast hann ikki dugdi at spæla nakað ljóðføri. Hvørja ferð orkestrið vandi ella hevði eina framførslu, helt hann floytuna upp at varrunum og lat sum hann spældi, men har kom einki ljóð. Sum tónleikari í hesum orkestri, ella ljómliði, fekk hann góða løn og livdi eitt gott lív.
Men ein dagin bað keisarin um at allir tónleikararnir skuldu spæla eitt solostykki fyri honum. Floytuspælarin gjørdist bangin. Hann hevði ikki stundir at læra at spæla ljóðførið. Hann lat sum um hann var sjúkur, men keisarans lækni lat seg ikki lumpa. Tann dagin, floytuspælarin skuldi spæla solostykkið, tók hann lívið av sær við eitri.
Sannleikin er sannleikin, líka mikið, hvat vit halda um hann. Sannleikin broytist ikki, hóast menniskjunnar hugsanir um sannleikan kunnu broytast.
Hóast sannleikin ikki letur seg nerva av okkara meiningum um hann, so nervar sannleikin okkum, júst sum hann nervaði teir, sum Jesus í dagsins teksti tosaði við. Jesus sigur sera greitt við teir: "av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki."
Tað var nakað í teimum, sum ikki vildi vita av sannleikanum. Somuleiðis er tað nakað í okkum, sum ikki vil vita av sannleikanum. Sum ikki vil vita av, at Jesus Kristus er sannleikin um Gud.
Í og við, at vit sanna og viðganga, at Jesus Kristus er sannleikin um Gud, so sanna vit eisini alt tað, sum Jesus Kristus inniber.
So mugu vit eisini sanna, at Jesus Kristus livdi her á jørð við einum endamáli. Hann avklæddi seg ikki himmalska dýrd sína, fyri at fara út úr himlinum at ferðast.
Tá ið regnið og vindurin her heima á landi gerst okkum ov nógv, kann verða gott at fara av landinum at ferðast, at síggja nakað nýtt. Ella tá ið mjørkin hevur ligið í vikur yvir Havnini, kann verða gott at seta seg í bilin og sleppa sær út á bygd at hoyggja í sólskininum har.
Jesus Kristus kom til jarðar við eini heilt serstakari uppgávu, ið hevði við okkum menniskju at gera. Vóru vit menniskju ikki í botnleysari syndaskuld, var ikki neyðugt hjá Kristusi at koma til jarðar. Sanna vit tí at Kristus er sannleikin um Gud, ja, so sanna vit eisini, at vit eru í botnleysari syndaskuld og hava brúk fyri tí, ið Kristus vann okkum á krossinum. So sanna vit, at vit eru deyð í misgerðum og syndum okkara, og at vit hava fyri neyðini at verða fødd av nýggjum.
Hvussu fáa vit Gud sum faðir?
Ikki ber til at keypa sær ein faðir. Gud er ikki faðir tín, tí tú hevur uppiborið at fáa hann sum faðir. Gud er ikki faðir okkara, tí at vit fara í kirkju 1 ella 3 ella 10 ella 50 ferðir um árið. Gud er ikki okkara faðir, tí vit tosa pent og ikki banna. Gud er ikki faðir okkara, tí vit skikka okkum væl.
At fáa Gud til faðir, mugu vit føðast til. Tað ber ikki til at fáa ein faðir á annan hátt enn at verða føddur til tað. Tað sama er galdandi í Guds ríki. At fáa Gud til faðir er nakað, sum tú mást føðast inn í. At verða føddur er ikki nakað, ein sjálvur kann gera. Tað er ein gáva, sum vit fáa, endurføðingargávan.
Ta gávuna fingu eg og tú í dópinum. Tú vart borin til dópin. Presturin doypti teg í navni Faðirsins, Sonarins og heilaga andans. Har gav Gud tær barnakor hjá sær. Har endurføddi Gud teg. Har gav Gud tær endurføðingargávuna: eitt nýtt lív í honum, eitt nýtt lív sum barn hansara.
Men hvat er tað blivið til? Er tað veruliga Gud, sum er faðir í tínum lív í dag?
Jesu álvarsomu spurningar í dagsins teksti vóru ikki bara til jødarnar tá, men eru eisini til okkara í dag, sum fegin vilja kalla okkum Guds børn.
Er tað veruliga Gud, vit hava sum faðir? Um Gud er faðir tín, so elskar tú hann. So trýrt tú á hann, so heldur tú teg til hansara, so lýtir tú á hann, og so væntar tú tær alt gott frá honum. Sjálvandi snávar tú av og á, men lívsleið tín er sett ímóti Faðirhúsinum.
Líkjast vit faðiri okkara?
Tá ið vit fáa børn, so verður mangan tosað um, at tey líkjast faðir ella móðir síni, ella at tað sæst týðiliga, hvørjari ætt hann ella hon er av.
? Tú ert sum togaður úr tonnunum á mammu tíni
ella
? Ja, har lítil ivi um, hvør pápin er?
Hetta kann ikki so lættliga staðfestast, tá ið tað snýr seg um andligu ætt okkara, men tó...
Eins og okkara útsjónd og atburður mangan avdúkar, hvørs sonur ella dóttur vit eru, so kunnu lív og lívsførsla okkara mangan avdúka, hvør okkara andliga ætt er.
Kærleiki okkara til himmalska Faðir okkara, kann ikki annað enn merkja lív og lívsførslu okkara.
Hvussu hevur kærleikin tað millum faðir og barn, um hann bara kemur til sjóndar eina ella tvær ferðir um árið? Hvussu hevur kærleikin tað millum faðir og barn, um faðirsins vegleiðingar altíð verða avvístar?
Eisini í dag kallar Jesus okkum til Guds. Eru vit komin burtur frá honum, er Jesus tann góði hirðin, sum av hjarta ynskir at bera okkum í Guds opna faðirfavn aftur.
Amen.
Latum okkum øll biðja!
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.
Kæri himmalski faðir, vit takka tær fyri at tú fyri 2000 árum síðani sendi son tín sum menniskju, fyri at hann kundi niðurbróta djevulsins gerningar og varða okkum ímóti hinum ónda fígginda.
Takk fyri at tú støðugt kemur til okkara í dag. Hjálp okkum til at taka ímóti tær, sum okkara frelsara og vera ílatin frelsubúnan og rættlætis skikkjuna, ið tú vanst okkum.
Takk fyri náði tína og kom okkum til hjálpar í øllum freistingum. Lær okkum at hoyra orð títt rætt og at varðveita tað, so at vit kunnu verða bjargað frá djevulsins valdi.
Vit biðja teg, himmalski faðir, um at tú mást verða hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og eru stødd í neyð, veit tú teimum hjálp frá tær. Troysta øll tey, ið syrgja og hjálp teimum, sum ongan góðan eiga.
Vælsigna og varðveit tú kirkju tína um allan heimin, og lat hana framvegis verða bygda á títt orð og tað aleina.
Ver við øllum landsmonnum okkara og vegleið tú tey, sum tú hevur sett til at stýra og ráða. Vælsigna og varðveit drotning okkara, Margrethu, og alt hús hennara.
Fylg okkum so á øllum leiðum okkara, og hjálp okkum til altíð at fylgja tær eftir.
Amen!
Síðani nýtti hann høvið at takka kirkjuráðunum í Havn, Kaldbak og Nólsoy fyri innstillingina, Kirkjumálaráðnum fyri útnevningina, Hans Jacob Joensen biskupi fyri kalsbrævið og ordinatiónina og Bjarna Bæk prósti fyri innsetingina og segði, at hann gleddi seg at fara undir hesa spennandi uppgávu við vónandi góðum samstarvi við kirkjufólk, kirkjuráð, kirkjutænarar og starvsfelagar. Við góðum felags stevi røkka vit langt?
Ápostólska heilsan:
Latum okkum við ápostlinum ynskja hvør øðrum:
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!
Amen