Hví skýggja teir Staðanavnanevndina?

Í málinum um staving og skriving av landanøvnum í komandi atlassinum, sum Skúlabókagrunnurin ætlar at geva út, hava fleiri enn eg víst á, at einasta gongda leið er at skriva soleiðis, sum londini sjálvi siga verða rætt.

Gamla heimsatlassið royndi at gera alheimsins lond ’føroysk’ við at forbjóða vanligum latínskum bókstavum, sum c,q,w,x,z. Haraftrat komu royndir at arkaisera nøvn (geva teimum eitt gamalt snið), sum fyri langari tíð síða eru burturdeyð, Burgundarhólm og Líðandisnes til dømis.

Teir svara mínum opna brævi
Eg setti Skúlabókagrunnunum tveir ítøkiligar spurningar í opnum brævi, dagfest 11. januar í ár. Annan um skipan av innihaldinum har Ísland fekk umleið 16 ferðir so nógv pláss sum Danmark. Hin um hvørjar høvuðsleiðreglur teir ætlaðu at brúka til staving av landanøvnum og øðrum staðanøvnum úti í stóru verð.
Magnus Tausen svaraði vegna Grunnin tann 18. januar. Tað ljóðaði rættiliga skilagott, soleiðis at dispostiónin við Íslandi í hásæti ikki var endalig. Men hin spurningurin um skriving av staðanøvnum fekk einki greitt svar. Uttan tað at eitt komandi Málráð skuldi viðgera tað.

Magnus Tausen realistur viðvíkjandi skipan av innihaldinum
Í tíðindasendingini í útvarpinum hóskvøldið 20.1. kl 18 slapp eg í eini samrøðu at greiða frá málinum, og at leggja míni sjónarmið fram. Magnus Tausen fekk høvi at svara og viðmerkja. Men sama óvissa var eisini her. Dispositiónin kundi og skuldi broytast, sum rímiligt var. Men har kom einki greiðari svar um skrivimátan. Komandi Málráðið skuldi taka sær av tí. Annars høvdu teir gott fólk at spyrja.

Men hví ræðist hann Staðanavnanevndina?
Men her manglar nakað. Tað finst ein vælmannað og virkandi Staðanavnanevnd, sum má sigast at vera tann einasta virkandi, almenna nevndin, sum hevur autoritet á einum serligum fakmálsøki: Staðanøvn, bæði í Føroyum og aðrastaðni.
Hesa nevnd vil Skúlabókagrunnurin hvørki tosa við ella um. Teir hava - í mínum samráðingum um møguligt samarbeiði - skýggjað hesa nevnd. Í tí, sum Magnus Tausen seinni hevur skrivað og sagt, hevur Staðanavnanevndi altíð verið umlopin. Teir vilja helst ikki taka Staðanavnanevndina uppá tungu. Hví?

Hví ikki spyrja Staðanavnanevndina?
Eg bað teir, ikki bara eina ferð, men ferð eftir ferð, antin ringja, skriva ella tosa við teir, fyri at vita um Staðanevndin hevði naka principielt boð uppá leiðreglur. Eg helt, at tað var løgið ella bakvent, at Skúlabókagrunnurin ikki kundi geva mær nakrar høvuðsreglur at arbeiða eftir. Hvat produkt ynsktu teir frá mær? Men nei, tað skuldi viðgerðast seinni.

Fram eftir fummum, ella leiðreglur?
Hví laga ein fínan garð, sum er kanska 100 metrar langur og seyðahøgur? Og so, tá tann fíni garðurin er liðugur, fáa at vita, at hann bert skuldi vera 50 metrar langur og neytahøgur (umleið hálva hædd). Nógv burturspilt arbeiði, haraftrat nógv eyka arbeiði hjá ’viðgerðarum’ og øðrum at broyta og ríva niður.

Gamla Málnevndin hevði ikki tann rætta førleikan
Henda nevnd, sum sigst at hava verið ovasti autoritetur, tá gamla atlassið skuldi gerast, hevði ongan geografiskan førleika ella ráðgeving frá kompetentum fólki, tá tað kom til skriving av nøvnum í fremmandum londum. Tað bygdi mest uppá avskriving av einum íslendskum lista. Til tíðir hava teir so viðgjørt ymsar smálutir, men ongantíð í nøkrum heildarperspektivi ella eftir yvirskipaðum princippum.
Til dømis hava teir á fundi 6. oktober 1999 samtykt at oyggin Man (partur av Stóra Bretlandi) skal skrivast Mann, ”tí sjálvljóðið er stutt”. Í atlassinum, sum var prentað seks ár fyrr, var tað nóg gott at skriva Man. Onnur dømir kundu verið nevnd. Men sovorðið smáputl og løtuverk uttan nakrar principiellar leiðreglur endar altíð í einum hurlivasa.

Leiðreglur eru neyðugar, og eru ikki so torskiltar
Tað ber til at fylgja fakligum reglum. Men eisini við slíkum reglum vera ivamál – sjálvandi. Men uttan reglur verður totalt kaos.
Høvuðsreglurnar eru einfaldar:
1: Skriva nøvnini soleiðið, sum er vanligt í teim ymsu londunum
2: Loyvt er at brúka konventionell ella hevdvunnin nøvn (Keypmannahavn, Týskland)
3: Minkað mest møguligt um exonymir (fremmandur skrivimáti í fremmandum londum (Ikki Venedig men Venezia, ikki Grønhøvdaoyggjar men Kap Verde).
Hetta kann sigast at vera essensurin (úrdrátturin) av skjalinum við teim 11 punktunum, sum eg handaði Skúlabókagrunninum, ið segði frá mínari arbeiðsætlan. Ikki nakað,ið eg hevði uppfunnið, men tað var ein samandráttur av tí, sum fakbøkur, -nevndir og –fólk ráða til.
Men tað vildu tit í Skúlabókagrunninum slettis ikki tosa um. #